Støre heldur fram sum forsætisráðharri í Noregi

Støre heldur fram sum forsætisráðharri í Noregi
Reyð-grøni vongurin hevur fingið 87 tingsessir, og flokkarnir á borgarliga veinginum hava fingið 82 sessir
Arbeiðaraflokkurin hjá Jonas Gahr Støre gjørdist størsti flokkur á stórtingsvalinum í gjár, og Støre kann halda fram sum forsætisráðharri.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
09.09.2025 - 08:09

Jonas Gahr Støre hevur vunnið stórtingsvalið,  og kann halda fram sum forsætisráðharri í Noregi. 

Arbeiðaraflokkurin hjá honum gjørdist størsti flokkur, og reyð-grøni vongurin fekk greiðan meiriluta við 87 tinglimum. 

Borgarligu flokkarnir fingu 82 tingsessir, nú 99 prosent av atkvøðunum eru tald. 85 tinglimir skulu til fyri at fáa meiriluta í stórtinginum. 

Jonas Gahr Støre takkaði í gjárkvøldið veljarunum:

 

09082025_Jonas

 

Tó er meirilutin í reyð-grøna veinginum meira spjaddur nú, enn í seinastu tingsetu, tá bert tríggir politiskir flokkar myndaðu meirilutan. 

Nú skulu fimm flokkar til fyri at fáa meirilutan, og tað kann gerast avbjóðing at finna stevið í eini samgongu við nógvum flokkum. 

Men møguleiki er eisini at skipa minnilutastjórn.

 

Sylvi Listhaug, forkvinna í Framburðsflokkinum, sum gjørdist næst størsti flokkur á valinum í gjár. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Framburðsflokkurin tvífaldaðist

Stóri vinnarin á høgravonginum gjørdist Sylvi Listhaug og Framsóknarflokkurin, sum fór úr 21 tinglimum upp í 48, og gjørdist næst størsti flokkur. Hann fekk 23,9 prosent av atkvøðunum, og tað er besta val hugartil hjá Framburðsflokkinum.

Hinvegin gekk minni væl hjá Høgriflokkinum, sum fór úr 36 niður í 24 tinglimir. 

 

Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, sum hevði stóra afturgongd. Gitt verður, at Erna Solberg fer at leggja frá sær sum forkvinna. (NTB/Ritzau Scanpix)

 

Fleiri politikkarar í Høgra hava longu sagt, at teir halda, at tíðin er komin hjá Ernu Solberg, forkvinnu, at leggja frá sær sum forkvinna í Høyre.

Men hvat vísir hetta valið? Jógvan Hugo Gardar er journalistur í Noregi:

 

09082025_Jovan_Hugo


Valluttøkan á stórtingsvalinum í gjár var 78,9 prosent.

 

Les meira um stórtingsvalið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595