Pólland um dronuálop: Tamarhald er á støðuni

Pólland um dronuálop: Tamarhald er á støðuni
Russiski sendiharrin í Póllandi sigur, at tað vóru ikki russiskar, men ukrainskar dronur, sum komu inn í pólskt loftrúm
Donald Tusk er forsætisráðharri í Póllandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 13:43

Støðan var spent í nátt og í morgun, tá tað, sum verður hildið at vera russiskar dronur, vórðu skotnar niður í Póllandi í gjárkvøldið.

- Men nú er tamarhald á støðuni, skrivar pólski herurin.

Herurin er framvegis á varðhaldi fyri fleiri álopum úr Russlandi á Ukraina.

Leivdir av sjey dronum og einari rakett eru funnar í Póllandi, sigur talsfólk fyri pólska innanríkisráðið.

- Trygdarstøðan í okkara loftrúmi er stabiliserað, og pólski herurin hevur eftirlit við støðuni í Ukraina, og er framvegis á varðhaldi í pólska loftrúminum, upplýsir herurin.

Pólland heitti í morgun á  Nato, um at brúka grein 4 í Norðuratlantssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu samráðast hvør við annan, tá ið økisrætturin hjá einum er hóttur.

Tað váttaði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk.

 

Russland: Ukrainskar dronur

Men russiski sendiharrin í Póllandi sigur, at Pólland hevur ikki lagt fram prógv fyri, at dronurnar eru russiskar.

- Vit meta ikki, at hald er í pólsku ákærunum. Eingi prógv eru fyri, at hesar dronur eru úr Russlandi. Vit vita, at niðurskotnu dronurnar komu úr Ukraina, sigur Andrey Ordash, ovasti sendiharri hjá Russlandi í Póllandi, sum nú er boðsendur í pólska uttanríkisráðið.

Sambært pólska forsætisráðharranum, Donald Tusk, vóru 19 brot á pólska loftrúmið í gjárkvøldið, og fýra dronur vórðu helst skotnar niður. 

Flestu dronurnar flugu inn úr Hvítarusslandi, leggur Tusk aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256