- Tíðindi, mentan og ítróttur
KULTURA: List byggir brýr millum fólk

Føroyar luttóku herfyri á heimsframsýningini EXPO 2025, sum er í Osaka í Japan. Ferðaliðið úr Føroyum taldi fyritøkur og vinnulívsfólk, listafólk, politikarar og embætisfólk.
Føroyar vóru partur av norðurlendska skálanum, og vertir fyri Faroe Islands Days tann 4.- og 5. september, sum høvdu til endamáls at varpa ljós á Føroyar og skapa sambond og handilsamstørv í Japan og úti í heimi.
Japanski varauttanríkisráðharrin, Hisayuki Fujii, setti føroysku dagarnar. Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tað er týdningarmikið, at føroyingar fara út í heim fyri at skapa sambond, halda Sissal Kristiansen, stovnari og eigari av fyritøkuni Shisabrand, sum sniðgevur við støði í føroyskari ull og bindimentan, og Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og samskipari av ferðini.
- Vit mugu út fyri at skapa handilssambond. Serliga japanarar eru soleiðis, at teir koma ikki til tín. Teir síggja teg an, og meta um, hvørt tú livir upp til teirra formligu krøv, og um tey kunnu hava álit á teg sum menniskja. At skapa handilssambond við japanarar snýr seg sostatt nógv um tað menniskjasliga, sigur Sissal Kristiansen.
Føroysku dagarnir vóru skipaðir við støði í konseptinum Tonik. Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
List skapar brýr millum menniskju og millum mentanir
Føroysku dagarnir á EXPO 2025 vóru skipaðir við íblástri úr tiltakinum Tonik, sum Hugskotið, Vinnuframi, Framtak og onnur skipa fyri. Tonik er ein blandingur av fyritøkum, list, listafólkum, vinnulívsfólkum og íverksetum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Uttanríkis- og vinnumálum, setti føroysku dagarnar í Osaka sama við japanska varauttanríkisráðharranum, Hisayuki Fujii, umboðandi japonsku stjórnina.
Skráin á føroysku døgunum var umfatandi við nógvum uppleggum frá umboðum fyri føroyskt vinnu- og mentanarlívi. Frímerkjadeildina hjá Posta hevði upplegg, umboð fyri reiðaríið Varðan legði fram og umboð fyri Atlantic Airways, Guðrun og Guðrun, Filmshúsið, Talgildu Føroyar, SEV, fyritøkurnar Faer Isles Distillery, Tara, Greensee, Flowcore og Shisa Brand høvdu upplegg. Jens L. Thomsen legði fram um listaverkætlanina RØDD, og samrøða var við Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu.
Harumframt prátaðu umboð fyri NORA saman við luttakarum til Arctic Young Chef um norðulendska matmentan og borðreiddu við onkrum leskiligum ráðvørum úr Føroyum.
Agnes Mols Mortensen greiðir frá um fyritøkuna "Tari". Mynd: Uttanríkis- og vinnumalaráðið
List hevur hevur nógv at siga, tá tað snýr seg um at skapa sambond millum lond og handilssamtørv, heldur Sissal Kristiansen:
- Listin er løtt at práta um, og øll mennskjur vera hugtikin av onkrum slagi av list. Bókmentir og tónleikur hava selt Føroyar í ríkiligt mát uttanlands. Listin ger at tað er lættari at bróta forðingar, sum kunnu vera millum menniskju, og byggja brýr, tí tað málið er universelt, sigur Sissal Kristiansen.
Guðrun Rógvadóttir greiddi frá um Guðrun og Guðrun. Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
EXPO hevur skapt sambond
Oyvindur av Skarði heldur, at luttøkan á EXPO hevur hildnast væl, hóast tað er torført at siga, hvussu ítøkilig sambondini fara at verða:
- Stórur áhugi var eitt nú fyri virkseminum hjá fyritøkuni "Tari" hjá Agnas Mols Mortensen. Bogi Mouritsen frá Faer Isles Distillery hevði samband við høgstandandi fólk í Suntori, sum er millum heimsins størstu whiskyframleiðarar, og Varðin hevði eisini samband við keyparar, vísur Oyvindur av Skarði á.
Sissal Kristiansen vitjaði sniðgevarafyritøkuna Gujo. Mynd: Sissal Kristiansen
Góvu og fingu íblástur
Sissal Kristiansen, hevur verið í Japan fleiri ferðir. Hon er hugtikin av mentanini og fær íblástur úr japanskum estetikki. Hon nýtti høvið, at vitja eina japanska klædnasniðgeva, ið leggur stóran dent á burðardygd. Sissal heldur, at tað eru stórar líkheitir millum føroysku og japansku mentanina, og vit kunnu fáa nógvan íblástur úr Japan eitt nú viðvíkjandi burðarbygd:
- Tað, sum er so hugtakandi við japanarum, er, at teir eru so nærlagdir. Teir gera alt við virðing fyri, hvar tey koma frá mentarliga og geografiskt. Tey leggja stóran dent á ikki at oyða, og at so lítið sum til ber, fer til spillis. Tey tryggja sær, at tað sum verður tikið, kann vaksa upp aftur. Tað burðardygga liggur nattúrliga í teimum, sigur Sissal Kristiansen.
Japanska fyritøkan Gujo arbeiðir við burðardyggari indigoliting. Mynd: Sissal Kristiansen
Mentanarviðmælið
Í sendingini Kultura hava vit hvørja viku eitt mentanarviðmæli.
Viðmælið kann fevna breitt um mentan - tiltøk, framsýningar, myndlist, bókmentir, pallist, tónleik, konsertir og film- Alt sum upptekur viðmælaran, og sum viðkomandi hevur hug til at viðmæla øðrum.
Hesa vikuna er tað Oyvindur av Skarði, ið viðmælur, og hann fekk íblástur til viðmælið úr mentanarátøkunum, ið víst vóru á í Japan. Oyvindur viðmælir tí dokumentarin um Sigruna Gunnarsdóttir, listakvinnu og spælifilmin Seinasta paradís á jørð hjá Sakaris Stórá. Eisini viðmælti hann fólkum at hyggja eftir "The wool islands", sum Sissal Kristiansen hevur gjørt, og at luttaka í listaverkinum hjá Jens L. Thomsen.
Her eru leinkjur til The wool island og listaverið hjá Jens L. Thomsen.
EXPO 2025 — jenslthomsen.com. Tú kanst tosa tína rødd inn her
Lurtið eftir samrøðuni við Oyvind av Skarði og Sissal Kristiansen úr sendingini Kultura:
Starvsfólk í japansku fyritøkuni Gujo, sum Sissal Kristiansen vitjaði. Mynd: Sissal Kristiansen.

































