33 útlendingar vístir úr Noregi í ár

33 útlendingar vístir úr Noregi í ár
Øll, sum eru víst av landinum, hava samband við kriminell netverk
Sambært norsku løgregluni hava fólkini tilknýti til svenskar kriminellar bólkar, kriminellar motorsúkklubólkar, menniskjahandil, rúsevnisnetverk og svikanetverk. (Savnsmynd: Politiets Fellesforbund))
 
15.09.2025 - 15:34

Norska útlendingastovan hevur higartil í ár avgjørt at vísa 33 fólkum av landinum, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. 

Tey flestu eru svenskir ​íríkisborgarar.

Hesi mál eru øll knýtt at útlendskum kriminellum netverkum.

19 av fólkunum eru longu farin úr Noregi, meðan hini hava revsimál ella onnur mál ímóti sær, sum skulu avgreiðast í Noregi.

24 av teimum 33 eru svenskir ríkisborgarar, meðan restin er úr Póllandi, Litava, Hollandi, Portugal, Albania, Eritrea, Fraklandi og Irak.

 

Útvísing virkið amboð

Sambært norsku løgregluni hava fólkini tilknýti til svenskar kriminellar bólkar, kriminellar motorsúkklubólkar, menniskjahandil, rúsevnisnetverk og svikanetverk.

- Burturvísing og útvísing eru virkin amboð at fyribyrgja brotsverkum og forða fyri, at brotsnetverk verða skipað í Noregi. 

Sum liður í miðvísum stríði móti brotsnetverkum hevur løgregluøkið í Oslo reist fleiri mál við kravi um at vísa fólk av landinnum, sum hava samband við útlendsk kriminell netverk, sigur Rune Solberg Swahn, leiðari á felagsdeildini fyri útlendinga- og fyrisiting í løgregluøkinum í Oslo, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558