Býarsúkkling: Pauli og Súsanna aftur skjótast

Býarsúkkling: Pauli og Súsanna aftur skjótast
Pauli Poulsen og Súsanna Skylv vunnu føroyameistaraheitini í býarsúkkling, sum var á Toftum um vikuskiftið
Pauli Poulsen vann býarsúkklingina frammanfyri Bergtór Tórsteinsson (t.v.) og Helga Winther Olsen (t.h.)
 
21.09.2025 - 17:00

Pauli Poulsen úr Troy legði føroyameistaraheitið í býarsúkkling afturat teimum í einkultstarti og súkkling á landsvegi, tá hann var skjótastur í kapping á Toftum um vikuskiftið. 

Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv eisini hesaferð. 

Samanlagt kappaðust 14 á havnarlagnum á Toftum. 1200 metra langi teinurin skuldi súkklast í 45 minuttir, og síðan skuldu 3. umfør afturat súkklast afturat.

Fýra teir fremstu menninir fylgdust allan vegin, men Pauli Poulsen var skjótastur í spurtinum ímóti Bergtóri Tórsteinsson úr Norðstroki. Teir komu á mál við tíðini 52,09 minuttir. Teimum á baki komu Helgi Winther Olsen (Fjallasúkklufelagið) og Hilmar Hansen (Norðstrok) við 52,35.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391