NATO-sendiharrar viðgjørdu russiskan ágang í loftrúmi

NATO-sendiharrar viðgjørdu russiskan ágang í loftrúmi
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari, sigur, at enn er ov tíðliga at nakað um dronurnar, sum vóru yvir flogvøllinum í Keypmannahavn í gjárkvøldið
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari, á tíðindafundi í Brússel í dag.
Mynd: Geert Vanden Wijngaert/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.09.2025 - 15:39

Á middegi hevði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, tíðindafund í kjalarvørrinum av, at Russland hevur gjørt seg inn á loftrúmið í limalondum hjá NATO.

NATO-sendiharrar hittust í dag, eftir at Estland mikudagin boðaði frá, at russisk flogfør vóru í estiskum loftrúmi uttan loyvi.

Hetta hevði við sær, at Estland gjørdi av at brúka grein 4 í Norðuratlantssáttmálanum.

Grein 4 sigur, at partarnir skulu samráðast hvør við annan, tá ið økisrætturin hjá einum er hóttur.

Seinastu vikurnar hava russiskar dronur eisini verið í Rumenia og Póllandi.

- Eg haldi, at russar gjørdust greiðir yvir, at vit eru til reiðar at verja hvønn tumma av okkara øki. Vit eru ein verjusamgonga, men vit eru ikki bláoygd. Um tað var tilætlað ella ikki, so mugu vit verja okkum sjálvi, segði NATO-aðalskrivarin á tíðindafundinum.

Hann segði eisini, at tað er ov tíðliga at siga, hvat er farið fram í málinum um dronurnar, sum vóru yvir flogvøllinum í Keypmannahavn í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595