Búskaparráðið: Størri kommunueindir og nýggjur fíggingarleistur

Búskaparráðið: Størri kommunueindir og nýggjur fíggingarleistur
Búskaparráðið hevur gjørt evnisfrágreiðing um kommunubúskap og eldraøkið
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, leggur í løtuni fram evnisfrágreiðing um kommunubúskap og eldraøkið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2025 - 09:34

Búskaparráðið mælir til at skipa kommunurnar í størri eindir, so betri samsvar verður millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skal røkja, tí fíggjarliga orkan er avmarkað.

Búskaparráðið leggur í løtuni fram evnisfrágreiðing um kommunubúskap og eldraøkið.

Mælt verður eisini til at endurskoða fíggingarleistin fyri eldraøkið.

Búskaparráðið sigur, at tað er neyðugt at gera, um sama tænastustig skal vera á eldraøkinum um alt landið.

 

Raðfesta íløgur

Mælt verður til, at kommurnar raðfesta íløgur, sum lækka útreiðslurnar til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist, bæði fyri at fáa eindarkostnaðin niður, og fyri at tryggja, at avmarkaða útboðið av arbeiðsmegi verður gagnnýtt til fulnar.

Stórt trot er á útbúnum røktarstarvsfólkum, og sum nú er, tykist Heilsuskúli Føroya einans at nøkta tørvin í Suðuroy, og ikki í restina av landinum. Landsstýrisfólkið í útbúgvingarmálum hevur ábyrgdina av at tryggja, at tað eru nøktandi útbúgvingarmøguleikar. Landsins myndugleikar mugu taka ábyrgd, sigur Búskaparráðið.

Øll frágreiðingin kann lesast her.

 

Evnisfrágreiðingin frá Búskaparráðnum verður eisini viðgjørd í Breddanum í útvarpinum klokkan 10.

 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595