Lupu á við 500 dronum og 40 rakettum

Lupu á við 500 dronum og 40 rakettum
Russiskt álop hevur í nátt kravt í minsta lagi fýra mannalív í Ukraina
Roykur í Kiev í Ukraina eftir ógvusligt russiskt álop.
Mynd: Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2025 - 12:03

Lopið var á við næstan 500 dronum og 40 rakettum ymsastaðni í landinum.

Álopið vardi í meira enn 12 tímar og gjørdi stóran skaða, skrivar Volodymyr Zelenskyj, ukrainski forsetin, á sosiala miðlinum, X.
 
Millum tey deyðu er ein 12 ára gomul genta.

- Russland leyp á, júst tá ið ST-aðalfundurin var við at enda, og soleiðis vísir Russland sín sanna hugburð. Moskva heldur fram at leypa á og drepa, og nú má heimurin leggja enn størri trýst á Russland, sigur Zelenskyj.

Hann sigur seg rokna við, at USA, Evropa, G7-londini og G20 fara at koma við "einum greiðum aftursvari".
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329