Tveir mans tiknir fyri dronuflúgving yvir Danmark

Tveir mans tiknir fyri dronuflúgving yvir Danmark
Menninir eru skipari og annar skipari á einum farmaskipi, sum var statt úr fyri donsku strondini, tá dronuflúgvingin var
Skiparin og annar skiparin á hesum tangaskipinum, sum siglir undir beninskum flaggi, eru tiknir, tí teir eru undir illgruna fyri dronuflúgvingina yvir Danmark herfyri.
Mynd: Damien Meyer/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.10.2025 - 08:24

Franska løgreglan hevur handtikið tveir av manningini umborð á einum tangaskipi, sigur franska ákæruvaldið við tíðindastovuna AFP.

Illgruni er um, at tangaskipið hevur samband við dronuflúgvingarnar í Danmark. Skipið var statt út fyri donsku strondini, tá ið dronuflúgvingin var.

- Tveir av manningini eru varðhaldsfongslaðir, segði ákærin í Brest, Stéphane Kellenberger, í gjárkvøldið.

Teir handtiknu siga seg vera skipari og  annar skipari, skrivar AFP.

Sambært fronskum miðlum liggur tangaskipið fyri akkeri út fyri Saint-Nazaire.

 

Tangaskipið hevur ligið út fyri fronsku strondini í nakrar dagar. Henda myndin var tikin í gjár. (Mynd: Damien Meyer/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Skipið er rakt av ES-revistiltøkum

Skipið varð í februar rakt av ES-revsitiltøkum fyri sambandi við russiska skuggaflotan. Tað veit Le Monde at siga frá.

Skipið eitur Pushpa ella Borocay, siglir undir beninskum flaggi, og hevur ligið út fyri fronsku strondina í nakrar dagar.

Franskir myndugleikar siga, at skipið skal kannast.

Sambært greiningini hjá AFP-tíðindastovuni, var skipið út fyri donsku strondini millum 22. og 25. september, tá ein røð av dronueygleiðingum vórðu gjørdar yvir donskum flogvøllum, bæði sivilum og hernaðarligum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609