FC Suðuroy fekk týðandi stig í evstu løtu

FC Suðuroy fekk týðandi stig í evstu løtu
Hunter Boaz Bell javnaði fyri FC Suðuroy langt inni í yvirtíðini og tryggjaði vágbingum javnleik ímóti EB/Streymi og eitt stig, sum kann gerast týðandi í botnstríðnum
 
05.10.2025 - 14:27

Við útjavnandi máli í 96. minutti tryggjaði Hunter Boaz Bell FC Suðuroy javnleik ímóti EB/Streymi og eitt stig, sum kann gerast avgerandi í botnstríðnum.

Búi Egilsson og Virgar Jónsson løgdu EB/Streym framum við málið báðu megin steðgin, men síðsta korteri eydnaðist heimaliðnum at skora tvær ferðir upp á deyðbólt.

Fyrst Alexander Holm Kilgour og síðan Hunter Boaz Bell, og so kom FC Suðuroy upp á 15 stig. Tvey betur enn 07 Vestur og trý meir enn TB, sum eisini hevur verri málúrtøku.

 

Víkingur nærum tryggjað sær 4. plássið

TB vitjaði í Sarpugerði, har Víkingur onga náði vísti. Jákup Johansen legði eysturliðið framum longu í 6. minutti, og hóast Aron Ellingsgaard var útvístur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, økti Olaf Bárðarson til bæði 2-0 og 3-0, og so var leyst og liðugt.

Nú bert tvey umfør eru eftir at spæla, er Víkingur á 4. plássi fimm stig frammanfyri B36, og nógv bendir á, at føroyameistarin í fjør fær tryggjað sær evropafótbólt næsta ár. TB, hinvegin, er minst trý stig frá bjargingini.

 

KÍ føroyameistari

Hinir tríggir dystirnir vóru fríggjakvøldið. KÍ tryggjaði sær føroyameistaraheitið við 2-1 sigri á 07 Vestur í Dungasandi, NSÍ fekk bjarga sær sigurin á B36 í evstu løtu, og HB vann tryggan 5-1 sigur á B68 og eltur framvegis runavíkingar á 2. plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542