Órógv í fyrireikingunum hjá manslandsliðnum

Órógv í fyrireikingunum hjá manslandsliðnum
Veður og ein venjarabroyting seta sín dám á fyrireikingarnar hjá manslandsliðnum, ið hevði sína fyrstu venjing í gjár. Fýra mans vóru ikki komnir heim vegna veður
Manslandsliðið, sum byrjaði inni móti Kroatia fyrr í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
07.10.2025 - 14:39

Føroyska manslandsliðið í fótbólti hevði í gjár sína fyrstu venjing undan HM-undankappingardystunum móti Montenegro og Kekkia, sum verða ávikavist hóskvøldið klokkan 19.45 og sunnudagin klokkan 17.

Av teimum 23 í hópinum vóru bara 17 teirra at síggja á vøllinum. Fýra teirra vóru ikki komnir heim vegna veður. Jóannes Bjartalíð, sum spælir við FC Fredrikstad í Norra, og Mattias H. Lamhauge, málverji hjá FC Fredericia, vóru veðurfastir í Keypmannahavn. Nýkrýndi íslendski meistarin, Gunnar Vatnhamar, og Jóan Símun Edmundsson sluppu heldur ikki heim. 

- Tað hevur ikki havt stóra ávirkan á fyrireikingarnar enn. Teir spældu allir dyst sunnudagin, so teirra leiklutur í venjingini hevði verið avmarkaður, men teir forsøma nakrar fyrireikingarfundir, sum vit hava havt, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, eftir venjingina í gjár.

Hartil vóru hvørki Hallur Hansson ella Meinhard E. Olsen á vøllinum. Teir vandu fyri seg, men verða tøkir til dystirnar. Ein broyting hevur verið í hópinum. Miðverjin Samuel J. Chukwudi, sum spælir við finska SJK Seinäjoki, hevur fingið ein skaða í baklærið. Í hansara stað er komin Arnbjørn Svensson, sum spælir við Víkingi.

Robert Prosinečki koyrdur

Seinast Føroyar spældu móti Montenegro var navnframi Robert Prosinečki venjari hjá Montenegro. Fyrrverandi bóltsnillingurin, sum skoraði móti Føroyum fyri gamla Jugoslavia í 1991, mintist dystin – og ikki minst topphúgvuna hjá Jens Martini Knudsen.

Hann verður ikki við á ferðini til Føroya. Tað hevur gingið misjavnt hjá Montenegro í seinastuni og fyri kortum bleiv Robert Prosinečki koyrdur. Í hansara stað er komin Mirko Vučinić. Hann er ikki hvør sum helst, tí hann hevur millum annað vunnið Seria A tríggjar ferðir við Juventus. 42 ára gamli fyrrverandi áleyparin hjá Montenegro hevur ongar venjararoyndir.

- Tað er trupult at rokna út hvat hann fer at gera. Hann hevur ongar venjararoyndir, men hann hevur spælt á høgum stigi. Hann kemur óiva við nýggjari orku og fer at seta lív í, men teir kunnu ikki renna undan sínum egna skugga. Tí vænti eg, at vit koma at síggja áleið tær somu styrkirnar og veikleikarnir, sum vit sóu seinast, sigur Eyðun Klakstein.

Seinast liðini møttust vann Montenegro 1-0 við máli, sum kom í seinastu sekundunum av yvirtíðini.

 

251007_EYDUN_KLAKSTEIN_MDMINUS3

 

Fara eftir stigametinum

Føroyar hava seks stig fyri fimm dystir á triðja plássi í undankappingarbólkinum. Montenegro er nummar fýra somuleiðis við seks stigum. Stigametið hjá einum føroyskum manslandsliðið er níggju. Tí kunnu Føroyar útjavna metið hóskvøldið við einum sigri á Montenegro.

- Vit hava fingið seks stig í hesi undankappingini og tað haldi eg eisini, at fólk kundu krevja av okkum. Stigametið er ein motivatión og vit fara eftir tí. Vit vita at Montenegro er eitt sterkt lið, men á heimavølli og við teimum dygdunum, sum vit hava víst, so haldi eg vit kunnu vinna, sigur Eyðun Klakstein.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Montenegro verður hóskvøldið klokkan 19.45. Kringvarpið byrjar at senda eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044