Ivasamt um semja fæst um toskakvotuna í Barentshavinum

Ivasamt um semja fæst um toskakvotuna í Barentshavinum
Noreg og Russland sita illa um sátt í løtuni, men fundur er avtalaður um toskin seinni í hesum mánaðinum
Fiskifrøðingar hava mælt til, at ikki verður fiskað meira enn 270.000 tons av toski í Barentshavinum næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.10.2025 - 12:50

Noreg og Russland sita nú so illa um sátt, at ivasamt er, um semja fæst um toskakvotuna í Barentshavinum næsta ár.

Londini bæði hava fund um toskin seinni í oktober.

Samstarvið millum londini um Barentshavið byrjaði í 1974, og er tað elsta um at stýra fiskiskapi.

Fiskifrøðingar í báðum londum hava mælt til, at ikki verður fiskað meira enn 270.000 tons av toski í Barentshavinum næsta ár.

Hetta eru 14 prosent minni enn tilmælið var fyri 2025, og 21 prosent minni enn kvoturnar, londini góvu  sær í ár.

Toskakvotan í Barentshavinum er minkað síðani 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751