Strandalondini eru ikki samd um býti av makreli

Strandalondini eru ikki samd um býti av makreli
Samráðingarnar um býti av makreli byrjaðu í gjár og tveir dagar vóru settir av. Men eingin semja fekst á fundinum í dag.
Savnsmynd
 
17.10.2025 - 19:11

Strandalondini komu ikki til eina semju í makrelsamráðingunum í dag, tað váttar Ingibjørg Petersen, sum er føroyskur samráðingarleiðari. Samráðingarnar um býti av makreli byrjaðu í gjár og tveir dagar vóru settir av. Men eingin semja fekst á fundinum í dag. Londini eru tó samd um at taka samráðingarnar upp aftur, men ikki er greitt, nær tað verður.  

 

30. september kom ICES við tilmæli, um at lækka makrel fiskiskapin við 70 prosentum. Ingibjørg Petersen kann ikki gera viðmerkingar til innihaldið av samráðingunum meðan tær eru í gongd og tí kann hon ikki viðmerkja, um londini ætla sær at fylgja tilmælunum frá ICES ella ikki.  

 

Mánadagin byrja samráðingarnar um norðhavssild og tær halda fram týsdagin. Mikudag og hósdag samráðast londini um býti av svartkjafti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742