Vil hava lækna í stjórasessin

Vil hava lækna í stjórasessin
Læknafelagið átalar, at lýst var eftir stjóra í Heilsustýrinum uttan nakað krav um, at stjórin er lækni
Læknafelagið vil hava lækna at stýra Heilsustýrinum.
 
20.10.2025 - 06:25

Læknafelagið átalar, at lýst var eftir stjóra í Heilsustýrinum uttan nakað krav um, at stjórin er lækni.

Útlit eru tí til, at nýggi stjórin ikki verður lækni og Heilsustýrið verður uttan læknaliga leiðslu.

Tí har var bara ein lækni, stjórin. Og hann er givin.

Tað er ein óneyðugur váði fyri sjúklingatrygd og álitið á avgerðir hjá myndugleikanum, at eingin lækni er í Heilsustýrinum, sigur Læknafelagið.

Felagið vísti Heilsumálaráðnum á hetta 9. oktober. 

Starvslýsingin var ikki broytt.

Freistin at søkja stjórastarvið var 15. oktober. 

Læknar í øðrum londum

Læknafelag sigur, at í Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi eru stjórarnir í heilsustýrunum læknar. 

Og ikki uttan orsøk. 

Læknar hava besta innlit í heilsuverkið og kunnu bera ábyrgd og taka avgerðir um heilsufaklig viðurskifti fyri alt samfelagið.

Heilsustýrið umsitur eisini farsóttarlógina. Slík handfaring krevur læknaliga meting og ábyrgd, millum annað í samband við smittusporing, ráðgeving og raðfestingar, sigur Læknafelagið.

Heilsumálaráðið fekk 12 umsóknir til stjórastarvið í Heilsustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424