10 ferðir hava føroyingar vunnið virðislønir Norðurlandaráðsins

10 ferðir hava føroyingar vunnið virðislønir Norðurlandaráðsins
Síðani Norðurlandaráðið byrjaði at lata virðislønir í 1962, hava føroyingar einans vunnið 10 ferðir
 
22.10.2025 - 08:04

Søguligi dagurin í gjár, tá bæði Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, og Vónbjørt Vang, rithøvundur, vunnu virðislønir hjá Norðurlandaráðnum, er ein so mikið rár hending, at tað er ivasamt, um vit uppliva tað aftur í bræði.

Síðani Norðurlandaráðið í 1962 lat ta fyrstu virðislønina, sum var bókmentavirðislønin, hava bara 10 føroyingar vunnið eina virðisløn - og tá eru Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá tald við. 

Tríggjar ferðir hava føroyingar vunnið bókmentanavirðislønina, tríggjar ferðir hava føroyingar ella føroysk feløg vunnið umhvørvisvirðislønina, tvær ferðir hava føroyingar vunnið tónleikavirðislønina, og eina ferð hevur ein føroyingur vunnið filmsvirðislønina og barna- og ungdómsbókmentavirðislønina. 

 

Fimm virðislønir

Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári fimm virðislønir, har bókmentavirðislønin frá 1962 er tann elsta. Tónleikavirðislønin kom í 1965, umhvørvisvirðislønin í 1995, filmsvirðislønin í 2002 og barna- og ungdómsbókmentavirðislønin í 2015. 

Endamálið við virðislønunum er at varpa ljós á norðurlendskar bókmentir, tónleik, film og umhvørvisátøk. 

Fimm dómsnevndir við fakfólkum verða settar til at bæði at tilnevna og velja vinnarar. 

Umframt heiðurin at vinna, so fáa vinnararnir eisini 300.000 krónur hvør, tá virðislønirnar verða handaðar. 

 

Virðislønir Norðurlandaráðsins - føroyskir vinnarar:

 

Bókmentavirðislønin (síðani 1962)

1965: William Heinesen 

1986: Rói Patursson

2025: Vónbjørt Vang

 

Tónleikavirðislønin (síðani 1965)

2002: Sunleif Rasmussen

2021: Eivør Pálsdóttir

 

Umhvørvisvirðislønin (síðani 1995)

2006: Bogi Hansen

2015: SEV

2020: Jens-Kjeld Jensen

 

Filmsvirðislønin (síðani 2002)

2025: Sakaris Stórá

 

Barna- og ungdómsbókmentir (síðani 2013)

2018: Bárður Oskarsson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938