Russiskt reiðarí vil sleppa at hitta uttanlandsnevndina

Russiskt reiðarí vil sleppa at hitta uttanlandsnevndina
Norebo JSC sigur, at eingi prógv eru fyri, at skip hjá reiðarínum hava verið partur av ólógligum virksemi
Umframt reiðaríið Norebo JSC, vil landsstýrið eisini hava lógarheimild at seta Murman SeaFood á svartalista, so feløgini ikki longur kunnu virka í føroyskum øki.
 
23.10.2025 - 13:10

Annað av russisku reiðaríunum, sum landsstýrið vil seta á svartalista í Føroyum, biður nú um loyvi at tala sína sak í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Í skrivi til uttanlandsnevndina vísir Norebo JSC á, at eingi prógv yvirhøvur eru fyri uppáhaldunum um, at skip hjá reiðarínum hava verið partur av nøkrum ólógligum virksemi.

 

Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Eingi prógv eru fyri uppáhaldum um njósning, sabotasju ella hybridálop. Tí byggja ákærurnar á faktuelt skeivar upplýsingar, misskiljingar, ella hava tey eina natúrliga, vinnuliga frágreiðing, skrivar advokaturin hjá Noribo millum annað til uttanlandsnevndina.

Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini, sum nú fer at umrøða skrivið frá advokatinum hjá Noribo.

Les alt skrivið her.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Bjarni_Hammer_og_Norebo

 

Umframt reiðaríið Norebo JSC, vil landsstýrið eisini hava lógarheimild at seta Murman SeaFood á svartalista, so feløgini ikki longur kunnu virka í føroyskum øki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751