Blámusoppur í apoteki

Blámusoppur í apoteki
Soppur er staðfestur í Suðuroyar apoteki
 
24.10.2025 - 06:36


Soppur er staðfestur í Suðuroyar apoteki.

Kanningar vóru gjørdar í mai og í juni.

Í mai var sjónligur blámusoppur, lekar og væta. 

Alt ov nógvur blámusoppur var, serliga í kjallaranum.

Í juni var støðan frægari, tí ymiskt var gjørt fyri at basa blámusoppinum.

Men alt ov nógvur blámusoppur var framvegis, serliga í kjallaranum.

Og allar fýra fortreytir fyri soppavøkstri vóru har framvegis.

Apoteksverkið mælir til at høvuðsumvæla Suðuroyar apotek.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, at verkætlanin verður fyrireikað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775