Karsten Vogel: Gulløl var mangan partur av sosialu samveruni í Føroyum

Karsten Vogel: Gulløl var mangan partur av sosialu samveruni í Føroyum
Karsten Vogel var fyrsti solistur, sum Havnar Jazzfelag beyð til Føroya. Hann hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri føroyska tónleikapallin
 
24.10.2025 - 12:48

Karsten Vogel vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 1971 við bólkinum Burning Red Ivanhoe, sum spældi konsert í Høllini á Hálsi.

Á ferðini var ymiskt, ið veruliga setti seg.

Eitt nú tað, at vegirnir vóru asfalteraðir, har Margreta Drotning hevði verið. Annars var talan fyri tað nógva um grúsvegir. 

Hann legði eisini til merkis, at sosiala samveran var ógvuliga góð í Føroyum. Tó ofta var ein gull ella ein snapsur partur av samveruni.

Viðhvørt var tað ein avbjóðing at fara edrúur í song, minnist Karsten Vogel, tí tað var altíð onkur, ið vildi bjóða eitthvørt.



Tá ferðin var av, var kortini eitt púra greit: Karsten Vogel ætlaði sær aftur til Føroya. Og so var.

Seinni kom Vogel í samband við eitt nú Kristian Blak, Ólav Øster og Jóhannus á Rógvu Joensen.



Burtur úr samstarvinum kom bólkurin Fagrir fulgar, sum læt frá sær nógv róstu útgávuna Veðurløg.

Kristian Blak dylur ikki fyri, at Karsten Vogel, sum var fyrsti solistur, Havnar Jazzfelag fekk til Føroya, hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri føroyska tónleikapallin.



Hann lærdi føroyskar tónleikarar nakað um displin, at møta rættstundis og nærlagni í spælinum.

Í kvøld, fríggjakvøld, spæla Fagrir fuglar í Oy í Havn og í annaðkvøld í Tøting í Gøtu.



Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð


 
1771978


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983