Húðsjúkan psoriasis kann elva til gikt og sálarligar sjúkur

Húðsjúkan psoriasis kann elva til gikt og sálarligar sjúkur
Tað sigur forkvinnan í Føroya psoriasisfelagi í sambandi við Altjóða psoriasisdag
Mynd: gransking.fo  
 
25.10.2025 - 12:16

Í dag er Altjóða psoriasisdagur, og tí verður varpað ljós á autoimmunu húðsjúkuna, ið rakar umleið 2-3% av fólki um allan heimin.

- Tað ber ikki til at siga, júst hví fólk fáa psoriasis, tí hóast sjúkan er arvalig, eru tað alíkavæl ikki øll, ið fáa hana - tað er ein innviklað sjúka.

Tað sigur Jóna Venned Fossadal, forkvinna í Psoriasisfelagnum.

Hon leggur afturat, at tað er sera ymiskt, hvussu og nær sjúkan kemur til sjóndar:

- Ofta brýtur tað út, tá fólk eru tannáringar ella seinni í lívinum. Tað kann vera í sambandi við fepur ella penicilinviðgerð, tað er øgiliga ymiskt. Tað kann byrja við smáum prikkum á arminum ella í hárbotninum.

Avleiðingarnar av psoriasis kunnu vera álvarsamar:

- Summi fáa psoriasis um allan kroppin, sum skriðar øgiliga illa. Eisini fáa summi psoriasisgikt, so at fólk fáa pínu í liðunum. Harumframt verða nógv rakt av sálarligum avbjóðingum, og nógv kunnu fáa tunglyndi.

Hesum greiðir hon frá í innslagi í tíðindunum: 

1772161

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360