"Um tú dugir at ganga, dugir tú at dansa samba"

"Um tú dugir at ganga, dugir tú at dansa samba"
Tað siga Fernando Troleis og Cathlyn Soares, sum høvdu sambadansiverkstovu í Norðurlandahúsinum í dag í sambandi við Fjølmentanarvikuna 2025.
Bipasha Das, Cathlyn Soares og Fernando Troleis
Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto  
 
26.10.2025 - 15:46

Samba er ein brasilienskur dansur, sum hevur sín uppruna í kolonitíðini í Brasil. Dansurin kom við afrikansku trælunum úr Afrika og varð blandaður við ymiskar brasilienskar upprunadansir, og bleiv til dansin sum vit kenna í dag. Soleiðis greiðir Fernando Troleis frá.

Bipasha Das undirvísti eftir samrøðuna í indiska dansinum kahtak. Hon greiddi soleiðis frá: "Tað eru tvey sløg av dansi - klassiskur og fólka dansur 
Klassiski dansurin hevur uppruna í fornari tíð, og byrjaði sum ein máti at siga søgur um gudar og gudinnur í templunum. Dansurin er vaksin og mentur við tí at fólk í landspørtum byrjaðu at siga søgurnar á sín hátt. Í dag fara vit at dansa Kahtak, ein róligur og meditativur dansur, har man sigur søgur gjøgnum fótarbeiði."


Bipasha lærir luttakararnir fótarbeiðið til dansin 

Tá eg spurdi tey um vit føroyingar, sum hava føroyska dansin sum okkara siðvenju, kunnu dansa teirra dansir við lívligum rútmum og rørslum, vóru tey samd um, at tað ber væl til.
Um man dugir at ganga, dugir man at dansa samba og um man dugir at dansa føroyskan dans, dugir man eisini dansirnar, sum tey lærdu frá sær í dag, hildu tey trý Bipasha Das, Cathlyn Soares og Fernando Troleis.

Myndir: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

 

Hoyr samrøðuna við tey trý, sum var í tíðindunum kl 14:

1772257

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386