USA og Kina skulu hava hernaðarligar samskiftisrásir

USA og Kina skulu hava hernaðarligar samskiftisrásir
Amerikanski verjumálaráðharrin heldur, at viðurskiftini millum USA og Kina hava ongantíð verið so góð sum nú
Pete Hegseth er amerikanskur verjumálaráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2025 - 13:46

USA og Kina eru samd um at gera hernaðarligar samskiftisrásir millum londini.

Tað skrivar amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, á sosiala miðlinum X.

- Eg havi júst tosað við Trump, forseta, og vit eru samdir um, at sambandið millum USA og Kina ongantíð hevur verið betri, skrivar verjumálaráðharrin.

 

Donald Trump og Xi Jinping hittust í síðstu viku. 

 

Boðini koma eftir, at Donald Trump, forseti, í síðstu viku hevði fund við kinesiska starvsbróðurin, Xi Jinping, og Hegseth hevði fund við kinesiska verjumálaráðharran, Dong Jun, í sambandi við ein toppfund í Malaysia.

Hegseth skrivar, at hann og kinesiski starvsfelagi hansara eru samd um, at "friður, støðufesti og góð viðurskifti eru besta leiðin fyri hesi bæði stóru og sterku londini".

Samskiftisrásirnar skulu forða fyri, at trupulleikar gerast til ósemjur, og minka um ósemjurnar.

- Vit fara at hava fleiri fundir um hetta í næstum, skrivar Hegseth.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595