Dick Cheney, fyrrverandi amerikanski varaforsetin, er deyður

Dick Cheney, fyrrverandi amerikanski varaforsetin, er deyður
Varamaðurin hjá George W. Bush trýsti hart fyri at fáa USA at gera innrás í Irak, skrivar The Guardian
Dick Cheney, varaforseti, saman við George W. Bush, forseta
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.11.2025 - 20:08

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, doyði mánadagin, 84 ára gamal. Tað skrivar New York Times.

Dick Cheney var varaforseti hjá George W. Bush øll átta árini hann sat sum forseti, og tað verður sagt um hann, at hann helst er tann sterkasti varaforsetin, sum nakrantíð hevur verið. Starvið sum varaforseti er vanliga ikki kent fyri at vera serliga maktfult, men sambært bretska miðlinum The Guardian hevði Cheney eitt so gott tak á George W. Bush, at hann viðhvørt var sagdur at vera tann veruligi forsetin í USA.

Cheney var oddamaður í einum bólki av neo-konservativum, teirra millum Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra, og varaverjumálaráðharranum, Paul Wolfowitz, og teir trýstu hart á forsetan fyri at fáa hann at leypa á Irak sum eitt aftursvar uppá álopini tann 9. september 2001. Trýstið eydnaðist, tí tann 20. mars 2003 leyp USA á Irak, og tað endaði við einum kríggi, um vardi til desember 2011.

Tá USA var álopið í september 2011, var George W. Bush staddur í einum skúla í Florida, og meðan forsetin var sendur móti einum bunkara í Nebraska hevði Dick Cheney ábyrgdina av landinum. Tað var tí eisini hann, sum gav boð um, at skjóta øll flogfør niður, sum nærkaðust Capitol-bygninginum.

Sambær CNN var Cheney høvuðsarkitekturin aftanfyri krígnum móti yvirgangi. 

Hetta hendi tó ikki uttan ákoyringar, kanska serliga fyri ta nógv umrøddu Guantanamo-leguna, har yvirgangsmenn undir illgruna skuldu haldast aftur. Serliga mannarættindafelagsskapir hava havt hvassar atfinningar móti leguni, serliga tí mann har brúkti tortur, tá fangarnir vórðu avhoyrdir.

Hóast hann var republikanari, so var Dick Cheney avgjørt ikki ein av fjepparunum hjá núverandi forsetanum, Donald Trump. Cheney stuðlaði annars Trump til valið í 2016, men hann broytti støðu, tá Donald Trump tapti valið í 2020, og serliga eftir álopið á Kongressina tann 6. januar 2021.

Cheney var sannførdur um, at Donald Trump var vandamikil fyri landið.

- Í okkara 246 ára longu søgu hevur tað ongantíð verið nakar, sum hevur verið ein størri hóttan móti okkarar republikk enn Donald Trump. Hann er ein ræðuskítur. Ein rættur maður hevði ikki logið fyri sínum viðhaldsfólkum. Hann tapti valið - og hann tapti stórt. Eg veit tað. Hann veit tað og innast inni haldi eg, at flestu republikanarar eisini vita tað.

Brotið við republikanararnar og Trump hevði við sær, at Cheney valdi demokratiska valevnið, Kamalu Harris, á valinum í 2024, men tað hevði hinvegin við sær, at hann misti ein stóran part av tí stuðli, sum hann hevði í republikanska flokkinum.

Dick Cheney var knýttur at amerikanska felagnum, Halliburton, sum fekk stórar fyrimunir av Irak-krígnum. Júst tann parturin gav honum trupulleikar, tí hann var ikki bara hvør sum helst í Halliburton, hann var stjóri og nevndarformaður í samtakinum, sum í 2024 (sum er langt aftaná tíðina hjá Cheney í felagnum) hevði ein umsetning upp á 22,9 milliardir dollarar, sum svarar til 157 milliardir krónur.

Dick Cheney var føddur í Lincoln, Nebraska tann 30. januar 1941. Hann giftist Lynne í 1964 og tey høvdu tvær døtur saman, Liz, sum eisini hevur verið politikari, og Mary. Hann hevur eisini havt stórar trupulleikar við hjartanum, og hevði fimm hjartatilburðir, áðrenn hann í 2012 fekk eina hjartatransplantatión.

Sambært New York Times doyði Cheney av fylgisjúkum sum lungnabruna og hjarta- og karsjúku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610

Meira um sama evni