Sonja hitti biologisku familjuna í Bulgaria

Sonja hitti biologisku familjuna í Bulgaria
- Eg merki ein ávísan frið á mær nú, sigur Sonja Dam, sum herfyri hitti biologisku familjuna í Bulgaria fyri fyrstu ferð
 
04.11.2025 - 10:31

25 ára gamla Sonja Dam, sum býr við Norðskála, er ættleidd. 

Sum næstan tvey ára gomul kom hon úr Bulgaria til Føroya.

Í 2019 fekk hon samband við biologisku foreldrini og systkini, men ikki fyrr enn í júst farna mánaði hitti hon tey andlit til andlits fyri fyrstu ferð.

Høvuðsorsøkin var, at biologiska mamman í Bulgaria er álvarsliga sjúk av krabbameini.

- Eg avgjørdi at fara at vitja tey, tí hetta var møguliga fyrstu og seinastu ferð, eg kundi síggja biologisku mammu mína, sigur Sonja Dam. 

Løtan, tá tey sóust á fyrsta sinni, var rørandi.

- Har vóru nógv tár og klemm. Eitt, sum fylti nógv hjá teimum, var, um eg var ørg um, at mamman hevði latið meg til adoptión, og tað spurdu tey fleiri ferðir um, sigur Sonja Dam, sum segði teimum, at hon var als ikki ørg um at verða blivin ættleidd til Føroya.

Tað var tó eitt, sum Sonja Dam ikki var fyrireikað uppá.

- Mamman fortaldi mær, at ein mánað eftir, at hon hevði koyrt meg á barnaheimið, var hon komin eftir mær aftur, tí hon angraði sína gerð. Men tá høvdu starvsfólkini sagt, at eg var farin víðari. Men eg veit, at eg var har í næstan tvey ár, áðrenn eg kom til Føroya. So tað vil siga, at eg var faktiskt framvegis á barnaheiminum, tá mamman kom eftir mær, fortelur Sonja Dam.

Slík nýggj vitan hevur sett ymiskar tankar í gongd hjá Sonju Dam.

- Mítt lív kundi verið heilt, heilt øðrvísi. Men eg eri so glað fyri, at eg kom til Føroya, eg havi havt tað ómetaliga gott, og eg trívist væl, sigur Sonja Dam.

Í morgunsendingini fortelur hon sína søgu og um upplivingina herfyri í Bulgaria. 

1773066

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610