- Tey vaksnu tosaðu ikki um mammu

- Tey vaksnu tosaðu ikki um mammu
Sylvia Thomsen er uppvaksin á barnaheiminum og hjá nunnunum. Mamman doyði í barsilssong, og av tí at tað ikki bleiv tosað um hana, so kennir Sylvia ikki til søguna hjá mammuni
Sylvia Thomsen og foreldur hennara
 
06.11.2025 - 07:48

Árið er 1950, og Sylvia Joensen av Toftum er komin á soppin við triðja barninum. Undir føðingini gongur galið, og 33 ára gamla Sylvia verður send á sjúkrahúsið í Havn. Hon stóð ikki at bjarga og andaðist nakar tímar eftir, at hon hevði átt dóttrina. Lítla gentan í 1950 er í dag ein tilkomin kona og eitur, eins og mamman, Sylvia.  Doypt undir liðini á kistuni hjá mammuni.  

"Pápi náddi til Havnar, áðrenn mamma doyði, og sat og bíðaði á gongini á sjúkrahúsinum. Men hann slapp ikki inn til hana, tí hon skuldi hava blóð. Hetta fortaldi gumma mín mær, tá hon fylti 100 ár fyri góðum ári síðani. Tað er nokk so trist at hugsa um",

sigur Sylvia Thomsen í nýggju sendingini Góða mamma.  

 

Hoyr eisini poddin um barsilsdeyða við Rigmor Dam

Uppvaksin hjá nunnunum og á barnaheiminum 

Pápin, sum var sjómaður, sat eftir við trimum børnum. Umstøður vóru ikki hjá nøkrum í familjuni at taka børnini til sín, so Sylvia fór til Havnar, har hon í nøkur ár búði hjá nunnunum  og seinni á barnaheiminum.  

Vitanin hjá Sylviu um mammu sína er avmarkað, tí tað bleiv ikki tosað um hana. Familjan hevði trupult við at seta orð á traumatiskar hendingar. Omma Sylviu hevði mist mannin á sjónum, og tað bleiv heldur ikki tosað um hann.  

-Tey vóru sera friðarlig fólk, og tað bleiv lítið tosað, og slett ikki um mammu. 

 

Ynskti sær eina mammu 

Hóast umstøðurnar, so sigur Sylvia, at hon hevði tað gott í uppvøkstrinum, men hon føldi seg ofta nokk so einsamalla. 

Eg minnist, at eg ynskti, at eg fekk eina mammu, men har kom ongantíð nøkur nýggj mamma, sigur Sylvia.

Kenslan av at føla seg einsamalla fór burtur, tá hon møtti manninum, Pól Thomsen, og tey fingu fyrsta barnið.  

"Tá broyttist alt, og eg føldi meg ongantíð einsamalla meir”,

sigur Sylvia.

 

Sylvia og maðurin Pól búgva í Hvannasundi, og saman hava tey fingið sjey børn.  

Finn sendingina Góða mamma her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985