Altíð verið ein dreymur

Altíð verið ein dreymur
Annika Dimon hevur seinastu tveir mánaðirnar starvast sum løgreglufólk í Nuuk.
Privat mynd
 
11.11.2025 - 10:35

Tá ein starvast sum løgreglufólk, er møguleiki at taka eitt tíðarskeið í Danmark ella í Grønlandi.

Tað hevur altíð verið ein dreymur at fara til Grønland, síðan eg hoyrdi um tað fyrstu ferð, tá eg byrjaði undir lesnaði. Tað ger eisini nakað við okkum menniskju, at vit royna nakað nýtt. Mær dámar væl at hitta nýggj fólk og royna nýggjar avbjóðingar. Tað sigur Annika Dimon, politistur. Hon hevur seinastu tveir mánaðirnar starvast sum løgreglufólk í Nuuk.

Tað er ein stórur munur at arbeiða sum politistur í Grønlandi í mun til í Føroyum. Grønlendingar hava stórar avbjóðingar við rúsdrekka misnýtslu. Tað fyllir nógv í arbeiðinum hjá løgregluni í Nuuk. 

Grønland er eisini eitt veiðisamfelag. Tað merkir, at nógv heim eiga vápn. Av tí sama var eg eisini meira varin, tá eg bankaði á dyrnar hjá fólkum.

Hoyr alla samrøðuna við Anniku Dimon her:

1775593

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688