Grønland: Allir flokkar uttan Naleraq samdir um fíggjarlóg

Grønland: Allir flokkar uttan Naleraq samdir um fíggjarlóg
Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at næstu tíggju árini verða búskaparliga hørð
IA, Simut, Attasut og Demokraatit løgdu fíggjarlógaruppskotið fram í gjár.
Mynd: KNR  
 
11.11.2025 - 08:26

Fýra av teimum fimm flokkunum í Grønlandi eru vorðnir samdir um fíggjarlógina fyri 2026.

Naleraq er ikki við í semjuni.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Múte B. Egede, sigur, at næstu tíggju árini verða búskaparliga hørð, tí ætlanin er ikki at hækka skattir og avgjøld. 

Men almenna fyrisitingin skal minka, eru teir fýra flokkarnir samdir um.

 

Fyrisitingin skal minka

Serliga grønlendska fyrisitingin í Danmark skal minka. Tað skal eisini gera Grønland meira sjálvstøðugt at minka fyrisitingina í Danmark, siga flokkarnir.

Teir leggja dent á burðardygga ferðavinnu, matvøruprísir og útróður við smábátum, tað, sum grønlendinar kalla jollufiskarí.    

Gjaldførið hjá landskassanum verður væntandi 350 milliónir krónur við árslok.

Tað átti at verið 800 milliónir, siga flokkarnir í fíggjarlógarsemjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595