Torførari hjá útlendingum at keypa fastogn í Grønlandi

Torførari hjá útlendingum at keypa fastogn í Grønlandi
Nýggja lógin, sum kemur í gildi 1. januar, sigur, at bara grønlendingar, danir og føroyingar sleppa at keypa fastogn og brúka jørð í Grønlandi
Grønlendingar, danir og føroyingar sleppa at keypa fastogn og brúka jørð í Grønlandi, og onnur skulu hava búð og verið skattskyldug í Grønlandi í minst tvey ár.
Mynd: Sermitsiaq, Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
14.11.2025 - 08:41

Grønlendska landstingið hevur samtykt, at tað skal gerast torførari hjá útlendingum at keypa fastogn og brúka jørð í Grønlandi.

21 atkvøður vóru fyri.

Flokkurin Naleraq atkvøddi ikki.

Uppskotið kom, tí "ávísur áhugi" er fyri at keypa fastognir í Grønlandi.

Sambært blaðnum Politiken hava húsameklarar í Grønlandi merkt stóran áhuga í USA fyri at keypa fastogn í Grønlandi.

Hetta hendi eftir, at Donald Trump segði, at hann vildi hava Grønland.

 

Borgarar í ríkisfelagsskapinum

Longu í januar kom í fíggjarlógina fyri 2025, at torførari skuldi gerast hjá útlendingum at keypa fastogn í Grønlandi.

Nýggja lógin, sum kemur í gildi 1. januar, sigur, at bara grønlendingar, danir og føroyingar sleppa at keypa fastogn og brúka jørð í Grønlandi.

Onnur skulu hava búð og verið skattskyldug í Grønlandi í minst tvey ár.

Spurningurin var upp og vendi, um kravið skuldi vera fimm ár.

Men semja fekst ikki um tað í landstinginum.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162