Landsverk um Suðuroyartunnilin: Fleiri ivamál eru framvegis

Landsverk um Suðuroyartunnilin: Fleiri ivamál eru framvegis
Fyrireikingararbeiðini, sum framvegis vanta, eru m.a. jarðfrøðiligar frágreiðingar, vegalinjur á Sandi og nøktandi trygdarstrategi
Landsverk hevur skrivað hoyringarskriv til uppskotið hjá landsstýrinum um Suðuroyartunnilin. (Savnsmynd)
 
17.11.2025 - 09:09

Fyrireikingarnar til verkætlanina veita ikki nóg gott grundarlag at taka støðu út frá, og fleiri ivamál eru framvegis, ið ikki eru nóg væl lýst í lógaruppskotinum.

Tað skrivar Landsverk millum annað í sínum hoyringarsvari til uppskotið til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.

Fyrireikingarbeiðini, sum framvegis vanta, eru sambært Landsverki millum annað jarðfrøðiligar frágreiðingar, vegalinjur á Sandi og nøktandi trygdarstrategi, eins og myndugleikauppgávan framvegis er ógreið.

Samanumtikið metir Landsverk, at størri óvissur framvegis eru í tilfarinum, sum eiga at verða kannaðar nærri.

Lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera ein Suðuroyartunnil varð sent til hoyringar 31. oktobur, og hoyringsfreistin var tvær vikur, og sett til fríggjadagin 14. novembur.

Les hoyringarskrivið frá Landsverki her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815