Matur og matgerð: Riv við hvítleyki, reyðvíni og Herbes de Provence

Matur og matgerð: Riv við hvítleyki, reyðvíni og Herbes de Provence
Í 1990 var tað alt annað enn vanligt at krydda røstu rivini við eitt nú Herbes de Provence, hvítleyki og øðrum. Men tað gjørdi Bjørg Nolsøe Lassen úr Klaksvík
Mynd: Úr "Matur og matgerð" 1990  
 
24.11.2025 - 20:00

Hetta er árstíðin, tá tað er kalt og myrkt í veðrinum, men rivini eru vorðin røst.

Tá er upplagt at søta sær eitt sindur um tilveruna við at koyra riv í ovnini.

So er spurningurin: Hvør er besti mátin at matgera røstu rivini?

 

Besta uppskriftin?

Í 1990 var ein tann best umtókta sendingini í sjónvarpinum "Matur og matgerð".

Fyrrverandi sjónvarpsstjórin, Jógvan Asbjørn Skaale, sáli, var vertur.

16. oktober hetta árið blivu røst riv matgjørd, og Bjørg Nolsøe Lassen úr Klaksvík, sum er ættað úr Vági, vísti sína uppskrift fram.

Tann dagin í dag, so eru tað tey, ið halda, at hetta er besta uppskrift at matgera røst riv.

 

Riv við Herbe de Provence

Tá í tíðini var tað ikki vanligt at brúka annað enn salt og pipar í føroyskari matgerð, og tað mesta bleiv kókað.

Men Bjørg brúkti bæði mikroovn og vanligan ovn, tá hon matgjørdi røstu rivini, ið blivu koyrd í ein steikiposa, sum eisini toldi at fara í mikroovn, saman við eplunum og rótunum.

Og so kryddaði hon við hvítleykspulvurin og nøkrum so fínum sum "Herbes de Provence", áðrenn ein løgur av vatni, reyðvíni og einum Maggi-terningi fór í posan. 

Ein onnur finta, ið Bjørg brúkti, var, at hon eisini koyrdi válgaran í saman við rivunum. 

"Mikroovon kenni eg einki til," staðfesti Jógvan Asbjørn Skaale. "Men rivini eru sera brøskin. Er tað mikroovnurin, ið ger tað?"

"Nei, mikroovnurin nærmast kókar rivini, eplini og røturnar, og ger smakkin fyldigan. Men hann steikir ikki rivini. Tað er ger vanligi ovnurin."

 

Sí "Matur og matgerð" á KVF Sjón

Her niðanfyri sæst Bjørg Nolsøe Lassen matgera røst riv, men hesin parturin av "Matur og matgerð" liggur KVF Sjón.

Allir partarnir í røðini "Matur og matgerð" síggjast á KVF Sjón

AS440_Matur_og_matgerd_16101990

 

Uppskriftin

1 røst síða
Eplir
Røtur
Leyk

 

Kryddaríiir:

Hvítleykspulvur
Herbes de Provence
Kød og grill

 

Løgur:

3 dl av vatni
1 dl av reyðvíni
1 terning av Maggi

 

Fyrst 15 minuttir í mikroovni, og so 15 minuttir í ovni á 200 stigum.

Um fólk ikki hava mikroovn, so mælti Bjørg tilf at steikiposin við røstu rivini stóð ein tíma í vanliga ovninum á 200 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968