131 uppskot frá borgarum um heilsupolitikk

131 uppskot frá borgarum um heilsupolitikk
Landsstýrið hevur nú fingið álitið um heilsupolitikkin árini 2026 til 2035
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk álitið um heilsupolitikk handað í gjár.
 
28.11.2025 - 08:53

131 uppskot komu frá fólki, og 789 fólk vóru við í spurnarkanning.

Haraftrat vóru fundir, har heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, stovnar og yrkisfeløg vóru hoyrd.

Ráðgevarabólkar og fakligir fylgibólkar hava verið, og heilsufaklig greining um heilsustøðuna í Føroyum er gjørd.

Landsstýrið hevur nú fingið álitið um heilsupolitikkin árini 2026 til 2035.

Álitið var latið Súsonnu Bertholdsen, landssstýriskvinnu, í gjár.

Fólk í politisku skipanini, heilsuverkinum, kommununum, barna- og útbúgvingargeiranum, ítrótti, frítíð og á eldraøkinum og almannaøkinum og fólk yvirhøvur komu við sínum sjónarmiðum, royndum og uppskotum.

 

Fyribyrging og heilsuframi

Í uppskotinum um heilsupolitikk er dentur lagdur á fyribyrging og heilsuframa.

Tað er ein týðandi broyting, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar í samfelagnum, sigur landsstýrið.

Arbeiðið at orða heilsupolitikkin byrjaði í november í fjør.

Álitið er eisini almannakunngjørt.

Tað er 88 síður og kann lesast her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221