
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Føroyar vunnu søguligan sigur á Spania í 2. umfari av bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi. 27-25 sigurin telist millum størstu úrslitini í føroyskari ítróttasøgu, og nøkur av einstøku spælaraavrikunum vóru í heimsflokki.
Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Rakul Wardum 5
"Rakul, Rakul. Hvat gert tú,” kundi ein freistast at siga beint áðrenn hálvleik, tá hon kostar eitt mál við óneyvum útkasti. Feilurin hon ger, er ikki lættur at fara til hálvleiks við, men at koma aftur soleiðis sum Rakul ger, ja, tað krevur nakað heilt serligt. Ein einastandandi góður seinni hálvleikur, og Rakul átti sín avgjørda leiklut í, at hann eydnaðist so væl. Einki minni enn fantastiskt.
Marita Mortensen 3
Var sera lítið inni í dag. Loysir av á høgra bakki, men tað er avgjørt ikki tað, hon er von við. Kemur tó væl frá uppgávuni – sjálvt um uppgávan ikki var so drúgv.
Jana Mittún 4
Jana spælir ein fyrra hálvleik, sum er merktur av fleiri brendum skotum. Men sum flest øll vita, vera dystir avgjørdir móti endanum, og seinni hálvleikur var væl betri enn fyrri. Jana hevur bara eina maskinu, sum kann koyra og koyra. Sera væl verður ansa eftir henni, og tað gevur pláss til aðrar. Fær so møguleikan til at skjóta okkum til tvey máls sigur. Eitt vet ov nógar villur til at skora fimm stjørnur.
Súna Krossteig Hansen 4
Súna spælir nógv afur í dag og hevur rættuliga nógvar duellir. Hon er eisini okkara sterkasti duellspælari. Ein rættiliga ágangandi leikari, sum alla tíðina er ein marra hjá Spania. Hevur eisini ein stóran leiklut sum verjuleikari, og er helst tann, sum er mest í kríggi alla somlu tíðina. Eitt sindur óvanligt at Súna brennur nakað illa í dag, men hevur avgerandi mál til endans, tá alt skal avgerast. Fantastiska flott, Súna.
Karin Egholm 3
Gleðin var ikki til at taka feil av, tá Karin skoraði. Eftir tvey brend seinasta dyst, var tað sjálvandi ein fantastisk kensla at fáa bóltin inn, og tað sást rættuliga væl. Flott av Karini at koma inn, og gera tað so gott.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2,5
Var óneyv í skotunum í dag og brendi allar tríggjar royndirnar. Hevði tó nógvar góðar verjustøður, og tí fær hon eisini nógva spælitíð, hóast brend skot. Ein dagur til gloymibókina - og tó – vit vunnu á Spania.
Rannvá Olsen 4
Spældi allan dystin á vonginum, og hevði tað trupult í fyrra hálvleiki. Nógv spæl var í høgru síðu hjá Spania, og ilt var at meta um, hvørt vongur ella bakkur skuldi fara ígjøgnum. Báðar skoraðu. Men seinni halvleikur er fantastiskur, og alt bleiv stongt í høgru síðu hjá Spania. Skorar upp á báðar royndirnar.
Bjarta Osberg Johansen 3
Aftur í dag fær Bjarta leiiklutin í sjey ímóti seks, og loysir hann betur í dag enn ímóti Montenegro. Bjarta hevur tað óunniligu støðuna, at hon ofta skal inn, tá spælið annars ikki koyrir, sum tað skal. Og soleiðis var aftur í dag. Var væl meira sjónlig í dag, og tað var gott. Brennir kanska í so nógv, men er sera kroyst til seinasta møguleikan.
Pernille Brandenborg 5
Ein heilt ígjøgnum einastandandi dystur frá Pernille. Spælir allan dystin á tamb, og fær ikki hvíld eina løtu. Tekur sera, sera stóra ábyrgd á seg, og tað klárar hon uttan trupulleikar. Ein rættur leiðari, vit hava í Pernille. At hon so skorar sjey av sjey, er bara prikkurin yvir i'num. Best er stutt at siga, at hetta bara var einki minni enn fantastiskt.
Elsa Egholm 3
Fekk ein eitt sindur minni leiklut í dag, men tú fært altíð ein góðan innsats frá Elsu. Skal oftast skjóta frá høgra bakki, men hevur eftirhondini vant seg við tað. Brennir eitt, men kemur so avgerandi aftur og fær tvey sera góð mál. Innsatsurin í verjuni er altíð til UG.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Avrikar altið sera væl. Eg havi hildið, at Maria er í so afturhaldandi, og tað haldi eg framvegis. Er sera trygg í skotunum, og tað er eingin orsøk at halda so nógv aftur. Maria er ein leikari, sum bara er botnstabil í sínum spæli. Er eisini ein sera góður verjuleikari.
Lív Bentsdóttir Zachariasen 5
Bara heilt fantastiska flott allan vegin ígjøgnum. Ein leikari, sum ikki sær serliga bulmikil út, men tak ikki feil; ein lortendi at spæla ímóti. Er akkurát passaliga ”bissi” og júst líka passaliga eygagóð til, at dómarar oftani ikki revsa hana. Ein leikari, sum tú elskar at hava á tínum liði. Miðverjan við Pernille og Lív er bara heilt fantastisk.
Gylta á Neystabø
Bert inni til brotskast, so eingin karakterur.
Vár B. Zachariasen
Kom ikki inn í dag.
Anna Elisabeth H. Weyhe
Kom ikki inn í dag.
Maria H. Weihe
Kom ikki á vøllin.
Annika Fríðheim Petersen
Ikki á dómaraseðlinum
Marianna Eystberg
Ikki á dómaraseðlinum.
Claus Mogensen 5
At Føroyar vinna á Spania er heilt einfalt eitt tað størsta bragdið, sum yvirhøvur er hent í føroyskari ítróttasøgu. At vera orkesturleiðari krevur sítt og tað megnaði venjaraparið heilt fantastiska væl í dag. Broytingar vera gjørdar, tá tær skulu gerast, og onkusvegna fær venjarin liðið at avrika heilt fantastiska væl. At hann so hevur eina óvanliga góða áskoðarafjøld at hjálpa sær er bara uttanfyri katagori.
Tillukku Føroyar og alt venjaratoymið við søgunnar flottasta úrsliti.