Føroyar vunnu seg til HM-millumspælið við 11 máls sigri og tveimum stigum

Føroyar vunnu seg til HM-millumspælið við 11 máls sigri og tveimum stigum
Hondbóltskvinnurnar smurdu Paraguai við 36-25 og eru víðari í millumspælið við tveimum stigum, har Týskland, Serbia og Ísland bíða
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
30.11.2025 - 15:29

Lat okkum bara vera púra erlig: Avrikið hjá føroysku hondbóltskvinnunum móti Paraguai var eitt sindur trilvandi í stórum pørtum av dystinum. 

Hóast Føroyar at enda vunnu ein trivaliga 36-25 sigur, so høvdu Føroyar verið í trupulleikum, um mótstøðan var sterkari. 

Enn einaferð brendu føroysku leikararnir alt ov nógvar fríar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki, og teknisku feilirnir vóru eisini ov nógvir.

 

Sigurin ongantíð í vanda

Sigurin móti Paraguai kom tó ongantíð í vanda, tí gjørdu føroysku leikararnir ov nógvar tekniskar feilir, so var tað lítið aftur ímóti flóðalduni av tekniskum feilum, ið leikararnir hjá Paraguai gjørdu.

Í seinna hálvleiki komu Føroyar eisini so mikið nógv mál framum, at venjararnir kendu seg tryggar at hvíla nakrar av stuðulsleikarunum, eitt nú Janu Mittún, Súnu Hansen og Pernille Brandenborg. 

Tað gjørdi, at ungu leyvinnurnar, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm, fingu møguleikan á vengrunum.

Eisini á bakkplássunum sluppu Marianna Geirsdóttir Esytberg, Marita Mortensen og Elsa Egholm at loysa av. 

Og í miðverjuni sluppu Double Trouble, tvíburðarnir Lív og Vár Zachariasen, at spæla saman, og tað riggaði eisini væl. 

Meðan Lív Poulsen var stóri leikarin í fyrra hálvleikari, so var stórtalnetið Maria Nósloy flúgvandi í seinna hálvleiki. 

 

Víðari til millumspælið

Føroyar eru víðari til millumumfarið í Dortmund við tveimum stigum. 

Í millumumfarinum skulu Føroyar spæla móti Týsklandi, Serbia og Íslandi. 

Hjartaliga tillukku!

 

Føroyar - Paraguai 36- 25 (16-13)
SWT Arena, Trier

Maria Nólsoy 6 mál
Anna Elisabeth Weyhe 5 mál
Lív Sveinbjornsdottir Poulsen 4 mál
Marianna Eystberg 4 mál
Súna Hansen 4 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Karin Egholm 2 mál
Marita Mortensen 2 mál
Jana Mittún 2 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál
Bjarta Johansen 1 mál
Vár Zachariasen 
Lív Zachariasen

Hagtøl frá dystinum síggjast her
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358