Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Paraguai

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Paraguai
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í trygga sigrinum á Paraguai og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
30.11.2025 - 19:25

Føroyar vunnu trygt á Paraguai og spældu seg tískil í miðumfarið saman við Montenegro og Spania, sum eins og føroyingarnir fáa tvey stig við sær í miðumfarið, har dystir ímóti Íslandi, Serbia og Týsklandi bíða. Niðanfyri metir Ingi Olsen, viðmerkjari, um avrikini hjá føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnuskala.

 

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

 

Rakul Wardum 4

Ein góður dystur frá Rakul. Stendur. Hevur átta bjargingar upp á ein hálvleik, sum svarar til 36 prosent. Var sera góð, tá Føroyar annars høvdu tað trupult ta einu løtuna.

 

Annika Fríðheim Petersen 3

Fær allan seinna hálvleik og bjargar fýra ferðir. Ikki rættuliga sama høga stigið sum seinast, men minni kann eisini gera tað. Fleiri skot fara framvið málinum, og tey telja ikki við.

 

Gylta á Neystabø

Ikki á dómaraseðlinum

 


Dortmund here we come: Føroysku kvinnurnar kunnu sanniliga glaðast eftir eitt væleydnað bólkaspæl. Nú er miðumfar á skránni. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)

 

Vár B. Zachariasen 3

Kom inn í dag, tá Pernille skuldi sparast, og kemur fyri so vítt væl frá uppgávuni. Er von at arbeiða saman við Lív. Vísir í seinna hálvleiki, at Claus kann rokna við henni i miðverjuni.

 

Marita Mortensen 3

Vit roknaðu við, at Marita fór at sleppa inn, og tað gjørdi hon eisini í dag. Beinanvegin verður bólturin settur í netið. Mín meting er, at Marita skal tora eitt sindur betur í álopi. Sera sterk og hevur góðar fintur, so tað er at halda seg til.

 

Jana Mittún 2,5

Vit fáa eina eitt sindur trilvandi byrjan, har vit gera nógv mistøk. Tíbetur fær Jana hvíld í dag, tí hvíld verður ikki nógv av komandi tríggjar dystirnar. Vit fáa brúk fyri henni í rikiligt mát, so lat hendan dystin fara í gloymibókina skjótt.

 


Heilsan: Marianna Geirsdóttir Eystberg var ein av teimum, sum fekk fitt av spælitíð ímóti Paraguai, tá aðrar skuldu sparast. Meldaði seg millum annað inn í brotskastskjakið við teimum málum úr sjey metrum (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)

 

Súna Krossteig Hansen 4

Aftur í dag spælir Súna ein solidan dyst. Er okkara besti duell-leikari, og tíbetur fær hon fitt av hvíld í dag. Spælir tó samanlagt um helvtina av dystinum. Fýra av fimm er eisini avgjørt góðkent.

 

Marianna Eystberg 3

Fær ein nokk so stóran leiklut í dag, tá skiftast skuldi inn. Skjýtur brotskøst og er annars trygg í sínum skotum. Ein sera klókur avsluttari, sum hyggur eftir málverjanum, áðrenn hon skjýtur.

 

Karin Egholm 4

Vit høvdu brúk fyri, at fleiri leikarar fingu eina góða uppliving heim við sær í dag, og Karin kann fara heim við einari góðari kenslu. Tvey skot av veinginum, og bæði sótu trygt í netinum. Gott at hava við sær til komandi uppgávur.

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4

Eftir óneyvu skotini móti spaniólum, kom Lív í gongd við dystin í dag við einum braki. Beinanvegin fekk hon fýra mál. Sum altíð sera góð í verjuni, og fær møguleikan til at skora tvey afturat, men tá var var hon tíverri óneyv. Verður kosin til dagsins spælara. Væl uppiborið. 

 


Uppreisn: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen reisti seg av álvara eftir fýra brendar kjansir av fýra ímóti Spania. Skoraði fýra mál ímóti Paraguai beinanvegin og fær fýra stjørnur frá Inga Olsen (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)

 

Rannvá Olsen 2,5

Fær møguleikan aftur í dag frá byrjan, men tekur ikki rættuliga av í álopinum. Verður skift út, tá fitt av fyrra hálvleiki er farið. Eisini ein dystur til gloymibókina hjá henni.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe 4

Fær allan seinna hálvleik og part av fyrra í dag, og hetta er avgjørt ein góður dystur at taka við sær til Dortmund. Fær umsett allar fimm møguleikarnar til mál, og tað skal takast við, at málverjin ikki var serliga nær við at bjarga. Saman við Lív kanska dagsins leikari í dag.

 

Bjarta Osberg Johansen 3

Spælir bert upp ímóti 10 minuttum í dag, men ein kann altíð rokna við einum góðum innsatsi frá Bjartu. Fær ein skotkjans í dag, og hann endar, har hann skal. Kemur upp á 50 landsdystir.

 

Maria H. Weihe

Ikki á dómaraseðlinum

 

Pernille Brandenborg 2,5

Skjótu beinini hjá Paraguai vóru ikki júst nakað fyri liðskiparan í dag. Hon byrjar dystin og hjálpir Føroyum framum beinanvegin. Men so fellir liðið nakað móti endanum av hálvleikinum, har Pernille eisini brennir okkurt skot. Bleiv tíbetur spard allan seinna hálvleik.

 

Elsa Egholm 3

Fær ein størri leiklut í dag, tá fleiri skulu sparast. Eisini í seks móti seks-spælinum. Fær ein bólt inn upp á tríggjar royndir. Hevur annars stórstan leiklut í verjuni og í sjey móti seks spælinum.

 

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy 4

Er okkara tryggasti skjútti. Aftur í dag sera neyv. Tað, eg havi sóknast eftir, eru fleiri royndir á málið í støðum, har hon kemur sera nær at verjuni uttan at blíva takklað. Vit so góðum skotum, ja, so er at bjóða seg fram at enn meira.

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen 3,5

Gekk og haltaði undir upphitingini. Dysturin móti Spania hevði givið eitt ordiligt trælær, sum skuldi rennast burtur. Beinini vóru tí eitt sindur tyngri í dag enn onkran dagin - væl skilligt. Onkur annar spælari hevði biðið um at sitið uttanfyri í slíkari støðu, so hattin av fyri at hon spælir hóast eymu beinini.

 

Claus Mogensen 4

Paraguai er eitt lið, sum ikki av álvara hevur stig til at bjóða okkara leikarum av. Tað var tíðiligt, at partur av uppgávuni í dag var at spara spælarar, eins væl og at geva øðrum bestu umstøður til at avrika væl. Bæði eydnaðust sera væl í dag. Mestsum allar, sum vanliga ikki fáa so nógva spælitíð, stóðu seg væl í dag. Enn einaferð kann farast til komandi dyst, uttan at skula "samla" leikarar upp.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Undansending
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738