Arbeiða við møguleika at flyta Kvinnuhúsið í kirkjuna á Argjum

Arbeiða við møguleika at flyta Kvinnuhúsið í kirkjuna á Argjum
Kvinnuhúsið hevur hildið til í KFUM síðani byrjan, men hølini eru vorðin ov smá og ótíðarhóskandi
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum hevur staðið á sølulista, men nú verður arbeitt við møguleikanum at flyta Kvinnuhúsið í bygningin.
Mynd: Fólkakirkjan.  
 
01.12.2025 - 08:17

Kvinnuhúsið leitar eftir nýggjum hølum, og ein av møguleikunum, Kvinnuhúsið hevur í kikaranum, er Argja kirkja, ella Kirkju- og missiónshúsið, á Argjavegi 22. 

Argja kirkja, sum eisini hýsir virkseminum hjá heimasmissiónini á Argjum, hevur verið á sølulista í eina tíð hjá húsasøluni Skyn. 

Húskini í grannalagnum fingu herfyri hoyringarskriv um ætlanina, at kirkjubygningurin skal hýsa virkseminum hjá Kvinnuhúsinum, váttar Elsa Berg, borgarstjóri. Freistin at svara hoyringarskrivnum er tann 8. desember.

 

Neyðugt at broyta byggisamtykt

Sum er, er Argja kirkja í sethúsaøki í almennu byggisamtyktini, men skal bygningurin hýsa virkseminum hjá Kvinnuhúsinum, skal byggisamtykin broytast, so ein stovnur kann vera har.

Tað er ikki óvanligt, at byggisamtyktin fyri bygningar verður broytt, ella at serstøk byggisamtykt verður gjørd. 

Til dømis samtykti Tórshavnar býráð í september at broyta byggisamtyktina fyri ein bygning á Eirargarði, frá at vera stovnur til at vera høg bústaðabygging. Hetta fyri at hýsa ungum í útbúgving.

Kvinnuhúsið, sum hýsir kvinnum og børnum, sum hava verið fyri harðskapi, hevur síðani byrjan fyri 35 árum síðani hildið til í KFUM á Hoydalsvegnum. Í hølunum er eisini ráðgeving og kreppumiðstøð.

Men víddin, sum Kvinnuhúsið hevur, er alt ov lítil. Haraftrat eru hølini smá, og tey eru heldur ikki tíðarhóskandi. Tilsamans er víddin 200 fermetrar, men tørvur er á 400 til 500 metrum. Kirkju- og misjónshúsið á Argjum er 860 fermetrar.  

 

Kvinnuhúsið heldur til í KFUM, men hølini eru vorðin ov smá og ótíðarhóskandi. (Savnsmynd)

 

Grunnurin eigur pengar

Kvinnuhúsið er skipað við nevnd og grunni, sum fíggjar virksemið hjá Kvinnuhúsinum. Forkvinnan í grunninum, Eva Bennicke, hevur ikki nakra beinleiðis viðmerking, tí málið er komið ov stutt. Men tað skilst á forkvinnuni, at Kirkju- og missiónshúsið er ein møguleiki.

Eva Bennicke váttar, at grunnurin, sum fíggjar Kvinnuhúsið, hevur nakað av peningi á bók.

Tá Tórshavnar býráð avgjørdi at taka av grunnin eftir Johannes Nolsøe, skraddara í Hoydølum, samtykti býráðið at lata Kvinnuhúsinum fæið í grunninum. Tað var 3,2 mill.kr.

Kirkjuráðið í Argja sókn hevur í nógv ár arbeitt fyri at reisa nýggja kirkju við Sandá. 

Peningurin, sum fæst fyri at selja verandi kirkjubygning, skal nýtast sum partur av eginpeninginum hjá kirkjusóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Leygardag 6. desember
Morgunlestur leygardagur 6.desember 2025
200251
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065