Vár silvur í Versa Challenge

Vár silvur í Versa Challenge
Vár G. Hansen róði seg til silvur og tók eitt heimsmet í Versa Challenge í Singapore um vikuskiftið
 
01.12.2025 - 11:53

Vár G. Hansen róði seg til silvurheiðursmerki í Versa Challenge, sum er stór kapping í maskinrógving, sum hevur verið í Singapore um vikuskiftið. 

Harumframt eydnaðist henni at seta heimsmet í greinini, sum snúi seg um at rógva so nógvar metrar sum gjørligt upp á ein minutt.

 

Hatrikk í fyrstu avbjóðingunum

Kappingin roynir íðkararnar í styrki, ferð og úthaldni í fimm ymsum greinum, og heimsmetið kom longu í fyrstu greinini, tá Vár G. Hansen róði 366 metrar upp á 60 sekund. 

Vár G. Hansen vann eisini aðru avbjóðingina, sum snúi seg um at vera fyrstur at rógva 10 metrar framum kappingarneytan; eitt slag av togtogan.

Sterki føroyingurin fekk hattrikk, tá hon eisini vann triðju avbjóðingina, sum var ein taktiskur róður í seks minuttir við fleiri ferð- og temposkiftum.

 

Millum tey sterkastu

Í fjórðu avbjóðingini gekk ikki eftir vild, og Vár G. Hansen endaði nummar fimm. Í fimtu og seinastu avbjóðingini, sum var ein langur úthaldnisróður, har aftasti íðkarin varð tikin úr kappingini fyri hvørjar tveir minuttir, endaði føroyingurin á triðja plássi.

Hetta rakk til silvurpláss samanlagt, sum prógvar, at Vár G. Hansen telist millum sterkastu maskinrógvarar í heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194