HM25: Føroyar hava fylgt toluliga væl við í fyrra hálvleiki

HM25: Føroyar hava fylgt toluliga væl við í fyrra hálvleiki
Rannvá Olsen og hinar komu flúgvandi út til stórdystin móti Týsklandi, men sum fyrri hálvleikurin er liðin, hava týsku kvinnurnar vunnið seg framum við sjey málum, 20-14
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
02.12.2025 - 19:55

Um føroysk hondbóltsstjørnurnar vóru fjálturstugnar, nú tær skuldu spæla størsta dyst í føroyskari ítróttarsøgu móti Týsklandi í HM-miðumfarinum, so sást tað ikki á teimum frá dystarbyrjan. 

Føroysku leikararnir, ið sóu út til at stórtrívast frammanfyri 10.000 áskoðarum í Westfalenhalle í Dortmund, komu flúgvandi frá byrjan. 

Álopsspælið hevur verið skjótt og ágangandi, og serliga vinstri vongur, Rannvá Olsen, hevur verið stórspælandi í fyrra hálvleiki. 

Sjálvt í undirtali við tveimum, so hepnaðist Føroyum og Rannvá at fara í skjótálop og skora. 

 

Móti yvirmaktini

Føroysku leikararnir eru tó veruliga uppi ímóti yvirmaktini, tí Týskland er eitt av heimsins bestu hondbóltsliðum.

Fram til støðuna 10-9 fylgdu Føroyar væl við, men so skrædnaði, og Týskland fór frá Føroyum. 

Sambært Inga Olsen, viðmerkjara, so byrjaði munurin av álvara at síggjast, tá landsliðsvenjarin byrjaði at skifta út og geva lykaleikarunum Súnu Hansen og Janu Mittún eina pausu. 

Málverjarnir hava ikki havt tær bjarginarnar, ið vit høvdu vóna, og tað hevur verið tungt hjá verjuni at standa ímóti tungu týsku leikarunum. 


Mynd: Anze Malovrh / kolektiff

 

Tvey sløg av hondbólti

Í grundini er talan um tvey lið, ið spæla tvey ymisk sløg av hondbólti. 

Føroysku leikararnir eru lítlir, lættir og kvikir, og spæla skjótan gjøgnumbrotshondbólt.

Týsku leikararnir eru stórir, tungir og seinir, og spæla eitt slag av betong-hondbólti, sum grundleggjandi hoyrir einar fornari tíð til, men effektivt er tað. 

20-14 í hálvleikinum, so nú snýr tað seg um ikki at tapa alt ov nógv. 

 

Sí hagtøl fyri fyrra hálvleiki her
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815