- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Týsklandi

Alt var størri, tá føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu royna at syfta Týskland á størsta pallinum, ið eitt føroyskt vaksnamannalið hevur spælt á, einum HM-miðumfari.
Høllin var størri, áskoðararfjøldin var størri, og týskum leikararnir vóru eisini størri. Samanlagt merkti tað, at Týskland vann tryggan 36-26 sigur, og føroysku eyguni venda sær ímóti Serbia-dystinum hósdagin.
Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Í skotgrøvunum: Bjarta O. Johansen stríðist við týskara um bóltin á gólvinum í Westfalenhalle, har heimaliðið vísti seg ov sterkt til føroyingarnar. (Mynd: kolektiff)
Rakul Wardum 3
Kundi hugsað mær at givið ein karakter fyri fyrra hálvleik og ein annan fyri seinna, tí aftur í dag síggja vit, at Rakul kemur sera væl inn í seinna hálvleik. Fleiri av skotunum komu í fríum støðum, so tað er eisini sera trupult at vera málverji ein dag sum í dag. Samanumtikið eitt nøkulunda góðkent avrik.
Annika Fríðheim Petersen
Ikki á dómaraseðlinum.
Gylta á Neystabø 1
Gylta avloysir Rakul, tá tað byrjar at ganga illa hjá okkum. Tíverri fyri Gyltu, fær hon ongar bjargingar í dag uppá 10 royndir. Tað skal sigast, at leikarar oftani skjóta úr fríari støðu, men uppgávan hjá málverjanum er nú einaferð at arbeiða undir givnum umstøðum.
Vár Zachariasen 3
Tá leikarar skuldu sparast, kom Vár inn og spældi avgjørt ein góðan dyst. Spælir mestsum bert í verjuni og fær tað nógva av seinna hálvleiki. Ein góðkendur dystur.
Marita Mortensen 3,5
At sita og bíða og bíða er leikluturin hjá Maritu. Tá so møguleikin verður givin, tekur hon av. Ein krútsterkur leikari, sum helst er hin einasta hjá okkum, sum skýtur úti frá. Tað hevði verið stuttligt at sæð, hvat kundi hent, um hon fekk eitt vet meira tíð. Gott avrik, tá tú hugsar um sorføru støðuna mentalt.
Leysur bóltur: Jana Mittún, Lív B. Zachariasen og Pernille Brandenborg hava allar gott eyga á leysa bóltinum, men tær hvítu vóru sterkari og skjótari. (Mynd: kolektiff)
Jana Mittún 3,5
Allar fýra royndirnar verða umsettar til mál í dag, og tað er rættuliga gott. Heili seks málgevandi bóltar eigur hon eisini. Var tað alt í dag, var karakterurin heilt í topp, men heilar fimm villur sníktu seg inn, og tað telur nakað niður.
Súna Krossteig Hansen 4
Tað er oftast Súna, sum tekur fyrstu duellina, og Jana sum síðan gevur málgevandi avleveringina. Orkan byrjaði at ganga undan, og tá skift bleiv út, ja, so viknaði liðið rættuliga nógv. Bæði í verju- men kanska serliga í álopinum týdningarmesti leikarin saman við Janu.
Marianna Eystberg
Ikki á dómaraseðlinum.
Karin Egholm 2
Karin fekk ikki heilt tann dystin, hon vildi. Fær tríggjar møguleikar, og tað var ikki tí, at møguleikarnir vóru smáir. Málverjin var bara snildari enn Karin. Hon endar við at fáa eitt mál, sum gevur tvær stjørnur.
Hongur í: Karin Egholm og Lív S. Poulsen høvdu tað torført av høgra veingi, tí týski málverjin var snild og snúin. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Tað var ikki dagurin hjá okkara høgru vongum í dag. Eins og hjá Karin var ein snildari málverji orsøkin til, at tað ikki eydnaðist betur. Tað einu ferðina var líka við at rætta loysnin var funnin, men tá fór bólturin framvið málinum.
Rannvá Olsen 3
Byrjaði dagin rættuliga væl, og eins og Rakul í málinum, kundi sera góður karakterur verið givin fyri fyrra hálvleik og ein munandi verri fyri seinna. Góðkendur álopsdystur. Ein onnur uppgáva var at halda sera dugnaliga vonginum hjá Týsklandi frá at sleppa framat. Tann parturin eydnaðist sera væl.
Anna Elisabeth H. Weyhe 2,5
Beinanvegin komin á vøllin bleiv skorað, og tað er altíð sera gott fyri leikarar. Tað eina skotið var rættuliga pressað, sum ofta kemur fyri hjá einum vongi. Men eins og hjá hinum trimum vongunum, verður ov nógv brent, og tá verður serliga hugsað um støður, har leikarin er rímiliga ópressaður.
Rannvá Olsen vann teir fyrstu nærdystirnar ímóti Filter - bæði av veinginum og upp á kontra, men so líðandi versnaði úrtøkan. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Bjarta Osberg Johansen 3
Aftur í dag ein góður dystur. Ein rættuligur kempari. Sera trygg í skotunum, sum vit eisini kenna tað úr heimligu kappingini. Bjarta spælir mest í sjey ímóti seks-álopsstøðunum, men í dag fekk hon eisini minuttir í álopinum, tá orkan hjá Pernille gekk undan.
Maria H. Weihe 3
Fær óunnuligu uppgávuna at koma inn at skjóta brotskast og brendi. Kemur so inn nakað seinni og ger tað rættuliga gott upp á fáu minuttirnar, sum hon fær. Setir eitt av vælkendu undirhondsskotunum í netið, men má so síggja eitt annað verða klórað av linjuni. Hevði eisini tvær fríðspælingar.
Pernille Brandenborg 4
Ein arbeiðshestur av teimum heilt stóru. Hvønn dyst. Skjót fram, og fær av tí sama fleiri mál og kjansir upp á skjótálop. Brennir bert eina av seks royndum í dag, og er aftur krummtappurin í verjuni saman við Lív. Spældi tað nógva av dystinum, men bleiv so spard nakað, tá vit sóu, at vit ikki fóru at vinna okkum stig.
Elsa Egholm 2
Tveir álopsfeilir í dag, og av tí sama kom Elsa ikki til nakra skotroynd. Ein álopsdystur til gloymibókina, men spælir sum altið ein fínan verjudyst. Í dag tekur Elsa helst tað við, at ímóti so góðari verju, skal ein vera rættuliga von við truplu støðurnar fyri at fáa sum mest burturúr.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Eins og hjá Elsu ein dystur til gloymibókina. Einki skot frá Mariu í dag, og ta løtuna Týskland fór frá, komu fleiri villur á rað. Havi nevnt fyrr, at Maria heldur seg ov nógv aftur, og verður í løtum ein leikari, sum bert spælir bóltin víðari. Tað gongur kanska móti onkrum, men í dag gekk tað slett ikki.
Lív Bentsdóttir Zachariasen 4
Hevur við hetta meistaraheitið veruliga sett eina tjúkka striku undir, at hon hoyrir heima í miðverjuni. Sær ikki serliga bulmikil út, men megnar ferð eftir ferð at halda leikarum, sum at síggja tileru væl sterkari. Tað sigur nakað um evnini. Aftur hesa ferð hevur Lív lagt afturat sínum verjuspæli, og tað skal vera løgið, um okkurt felag ikki heldur eyguni við sera dugnaliga leikaranum í okkara miðverju.
Fremst í víggi: Súna Krossteig Hansen ger sítt ítasta fyri at sleppa ímillum góðu verjuspælararnar hjá Týsklandi. Viðhvørt riggaði, viðhvørt ikki, men innsatsurin manglaði ikki. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Claus Mogensen 3,5
Tað var alla tíðina ein sera trupul uppgáva hjá venjaranum. Vit klára at fylgja við í 17 minuttir, og hava enntá møguleikan fyri at fáa eina tvey máls leiðslu, men so var neyðugt at fáa onkrar leikarar hvíldar, og tað kostaði. Uppá nærum onga tíð, blivu vit sektaði og sektaði hart. Tað var trupult at finna loysnir, tí Týskland var bara eina tonn betri enn vit.
At vit ikki fingu stig í dag var fyri so vítt í lagi, og munurin á liðunum var helst tey 10 málini. Venjararnir hava tó megnað sera væl at hjálpa leikarunum at halda seg til givnu uppgávuna.





























