Hákun og teir við undirlutan í málríkum toppdysti

Hákun og teir við undirlutan í málríkum toppdysti
Hákun West av Teigum var toppskjútti hjá Füchse Berlin, men tað rakk ikki til stig í málríka toppdystinum ímóti Flensburg, sum vann við einum máli
Hákun West av Teigum er væl fyri nú EM nærkast. Vongurin skeyt átta mál upp á níggju royndir ímóti Flensburg
Mynd: Füchse Berlin  
 
12.12.2025 - 09:08

Hákun West av Teigum skeyt átta mál upp á níggju royndir í málríka toppdystinum millum Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt, men tað rakk ikki til stig hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum tapti 40-39.

Tað gekk javnt á til miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tá Flensburg brádliga vann 7-1 upp á átta minuttir, og legði seg framum við fimm, var ov langt upp á javnt hjá meistarunum, sum nú liggja á 5. plássi sjey stig aftanfyri oddaliðið Magdeburg.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur í miðdeplinum hjá Kiel, sum á heimavølli vann 33-32 á Stuttgart.  Føroyingurin skeyt seks mál og legði upp til fýra í sera javna dystinum, sum ikki var avgjørdur fyrrenn í síðsta minuttinum.

 


Í samandráttinum av dystinum millum Kiel og Stuttgart eru bæði mál og upplegg hjá Eliasi E. á Skipagøtu. So hepnir eru føroyskir hyggjarar ikki við Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen hesa ferð.

 

Norðurtýska stórliðið er nú nummar fýra og kann koma upp á sama stigatal sum Flensburg og Lemgo, um tað eydnast føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum at vinna dystin, sum teir hava til góðar.

Eitt sindur longur niðri á stigatalvuni vann Hannover-Burgdorf stórsigur á Wetzlar á útivølli. Vilhelm Poulsen skeyt trý mál í 35-25 sigrinum, og eftir eina harða byrjan upp á kappingarárið hevur Hannover nú lyft seg upp á 11. plássið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203