Volkswagen letur verksmiðju aftur í Týsklandi

Volkswagen letur verksmiðju aftur í Týsklandi
Hetta er fyrstu ferð, at VW letur verksmiðju aftur í heimlandinum
Lítil eftirspurningur úr Kina og nýggjur amerikanskur tollpolitikkur eru millum orsøkirnar til fíggjarligu støðuna hjá Volkswagen.
 
15.12.2025 - 08:11

Týski bilframleiðarin Volkswagen letur eftir 20 ár aftur verksmiðjuna í Dresden.

Ongantíð áður í 88 ára longu søguni hjá Volkswagen hevur bilframleiðarin stongt eina av sínum verksmiðjum í Týsklandi, men í morgin fer seinasti bilurin at rulla av linjuni á verksmiðjuni í Dresden, skrivar Financial Times.

Síðani verksmiðjan í Dresden læt upp í 2002, hevur hon framleitt slakar 200.000 bilar, eisini ID3-modellið, og tað er minni enn helvtin av framleiðsluni á høvuðsverksmiðjuni í Wolfsburg.

 

Útreiðslurnar skulu minka

Volkswagen hevur ætlanir um at minka um útreiðslurnar, serliga í Týsklandi. 

Í fjør varð kunngjørt, at fyritøkan fór at skerja starvsfólkahópin við 35.000 fólkum. 

Lítil eftirspurningur úr Kina og nýggjur amerikanskur tollpolitikkur eru millum orsøkirnar til fíggjarligu støðuna.

Tekniska universitetið í býnum leigar nú verksmiðjuna í Dresden til gransking og menning av vitlíki, skrivar Financial Times

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751