Elias ímóti Kiel-liðfelaga í fyrsta EM-dystinum

bannari
Elias ímóti Kiel-liðfelaga í fyrsta EM-dystinum
Strikuspælarin úr Kiel, Lukas Laube, er ikki óvæntað ein av 19 spælaranum í EM-hópinum hjá Sveis, sum Føroyar møta í fyrsta dystinum í endaspælinum í januar
 
17.12.2025 - 12:22

Tað verður uppgerð millum Kiel-liðfelagarnar Elias Ellefsen á Skipagøtu og Lukas Laube í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum í hondbólti í januar.

Føroyski spælskiparin verður ivaleyst í miðdeplinum, meðan sveisiski strikuspælarin, sum vanliga fær ágóðan av góðu innspølunum í Bundesliguni, nú skal royna at steðga føroysku stjørnuni í dystinum, sum verður fríggjadag 16. januar.

Lukas Laube skifti til Kiel úr Stuttgart í summar.

 

Týsk feløg væl umboðað

Annars er sveisiski hópurin í sera stóran mun mannaður við spælarum, sum spæla í Týsklandi og Sveis. Til dømis eru Magdeburg, Kiel og Lemgo øll umboðað, meðan Kadetten Schaffhausen og BSV Bern í Sveis eiga tríggjar spælarar í part.

Einasta undantakið í hópinum hjá Andy Schmid er vongurin Noam Leopold úr franska Nantes. í fyrsta umfari eru 19 spælarar tiknir út, men sum skilst skal ein skerast burturav áðrenn. 

Eftir dystin ímóti Sveis spæla Føroyar ímóti Montenegro (18. januar) og Slovenia (20. januar). Tvey lið sleppa víðari í miðumfarið, sum verður í Malmø.

 

Sveisiski EM-hópurin

 

Málverjar

Nikola Portner, SC Magdeburg (Týskland)
Matthieu Seravalli, BSV Bern

Strikur

Lucas Meister, Kadetten Schaffhausen
Samuel Röthlisberger, TVB 1898 Stuttgart (Týskland)
Lukas Laube, THW Kiel (Týskland)
Joel Willecke, TBV Lemgo (Týskland)

Bakkar

Lenny Rubin, TVB 1898 Stuttgart (Týskland)
Manuel Zehnder, SC Magdeburg (Týskland)
Felix Aellen, ThSV Eisenach (Týskland)
Michael Kusio, BSV Bern
Dimitrij Küttel, Kadetten Schaffhausen
Luka Maros, Kadetten Schaffhausen
Luca Sigrist, HC Kriens-Luzern
Mehdi Ben Romdhane, Pfadi Winterthur

Vengur

Gino Steenaerts, Rhein-Neckar Löwen (Týskland)
Levin Wanner, BSV Bern
Samuel Zehnder, TBV Lemgo (Týskland)
Niclas Mierzwa, Pfadi Winterthur
Noam Leopold, HBC Nantes (Frakland)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440