Hákun setti punktum fyri steypasigri á Eliasi og Kiel

Hákun setti punktum fyri steypasigri á Eliasi og Kiel
Hákun West av Teigum skoraði til 32-30 beint fyri leiklok, tá Füchse Berlin vann á Eliasi E. á Skipagøtu og Kiel í fjórðingsfinaluni í týsku steypakappingini
Elias Ellefsen á Skipagøtu í hornatøkum við Mathias Gidsel í fjórðingsfinaluni í týsku steypakappingini
Mynd: THW Kiel  
 
19.12.2025 - 09:42

Hákun West av Teigum endaði omaná ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, tá Füchse Berlin vann á THW Kiel í fjórðingsfinaluni í týsku steypakappingini.

Tá føroyski vongurin skoraði síðsta málið beint fyri leiklok í Max-Schmeling-Halle stóð 32-30 á máltalvuni, og høvuðsstaðarfelagið skal spæla final four, meðan verjan hjá Kiel, sum vann kjappingina í fjør, má takka fyri seg.

 


Samandrátturin av dystinum millum tey bæði føroyingafeløgini hevur onki føroyskt mál við. 

 

Hákun West av Teigum skeyt trý mál upp á fimm royndir, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra ferðir upp á sjey royndir og legði upp til trý mál í dystinum, har leiðslan skifti hendur fleiri ferðir.

Füchse Berlin skal spæla ímóti Lemgo Lippe á hálvfinaluni 18. apríl, meðan Magdeburg og Bergischer hittast í hinari hálvfinaluni í Lanxess-leikhøllini í Køln.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650