Zelenskyj tilnevnt nýggjan starvsfólkaovasta

Zelenskyj tilnevnt nýggjan starvsfólkaovasta
Kyrylo Budanov hevur frammanundan verið stjóri í fregnartænastuni hjá ukrainska herinum
Kyrylo Budanov verður nýggjur starvsfólkaovasti á forsetaskrivstovuni hjá Zelenskyj, forseta í Ukraina.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.01.2026 - 14:19

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur tinevnt nýggjan starvsfólkaovasta á forsetaskrivstovuni.

Kyrylo Budanov er settur í starvið. Hann hevur frammanundan verið stjóri í fregnartænastuni hjá ukrainska herinum, skrivar Reuters.

Budanov tekur við starvinum eftir  Andrij Jermak, sum legði frá sær í november, eftir at myndugleikarnir høvdu rannsakað skrivstovu hansara. Illgruni hevur tó ongantíð verið um, at Jermek hevði samband við muturgøluna í ukrainska orkugeiranum.

Zelenskyj skrivar á X um tilnevningina av nýggja starvsfólkaovastanum og sigur, Budanov hevur serkunnleika á økinum og kann vísa á úrslit. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666