Journalistur: Álopið á Venesuela kemur óvart á, men tað átti tað ikki

Journalistur: Álopið á Venesuela kemur óvart á, men tað átti tað ikki
Tað kemur óvart á Regin Winther Poulsen, at USA tekur søguliga stigið, at fara inn í Venesuela og taka forsetan í landinum, men hinvegin átti tað kanska ikki komið óvart á
Regin Winther Poulsen er journalistur og býr í Brasil, sum er grannaland hjá Venesuela.
Mynd: Privat.  
 
03.01.2026 - 12:49

Regin Winther Poulsen er journalistur og hevur búð í USA og býr nú í Brasil, sum er grannaland hjá Venesuela.

Hann heldur støðuna í Venesuela vera óvissa, tí eingin veit veruliga, hvat gongur fyri seg.

At USA velur at leypa á Venesuela og taka forsetan í landinum, Nicolás Maduro, kemur óvart á Regin Winther Poulsen.

- Hetta er ein søguliga støða, sigur hann.

Hoyr beinleiðis samrøðu í útvarpstíðindunum

1786152

 

 

USA lopið á Venesuela í nátt

USA hevur lopið á fleiri mál í Venesuela í nátt.

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðli sínum Truth Social.

Í uppslagnum á Truth Social skrivar amerikanski forsetin eisini, at USA hevur tikið forsetan í Venesuela, Nicolás Maduro og konu hansara, sum eru flogin úr landinum.

Republikanski senatorurin Mike Lee sigur sambært Reuters, at Nicolás Maduro skal fyri rættin í USA.

Tað hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sagt honum, sigur hann.

Varaforsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez, sigur við eina sjónvarpsrás í Venesuela, at hann ikki hevur minstu hóming av, hvar Nicolas Maduro er, og at hann í stundini vil síggja lívstekin frá honum.

Donald Trump skrivar í uppslagi sínum á Truth Social, at tíðindafundur verður í Mar-a-Lago klokkan 11 amerikanska tíð, sum er klokkan 16 føroyska tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485