Ulf Kristersson: USA eigur at takka Danmark fyri trúskap

Ulf Kristersson: USA eigur at takka Danmark fyri trúskap
Svenski forsætisráðharrin minnir USA á, at fleiri enn 50 danskir hermenn doyðu í Afganistan og Irak
Ulf Kristersson, forsætisráðharri í Svøríki.
Mynd: Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2026 - 08:57

USA átti heldur at takkað Danmark fyri sín trúskap í fleiri áratíggju. 

Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersen, á ráðstevnuni Folk och forsvar í gjár.

 - Svøríki, Norðurlond, baltisku londini og fleiri av teimum stóru evropisku londunum standa saman og stuðla vinum okkara í Danmark. 

- Heldur enn at hótta Dammark og Grønland, átti USA at takkað Danmark, sum hevur víst USA trúskap í fleiri áratíggju. Í Afganistan og Irak hava fleiri enn 50 danskir hermenn rindað við lívinum fyri trúfestið, segði svenski forsætisráðharrin.

 

Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum. (Mynd: Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix)

 

Svenskir hermenn til Grønlands

Andstøðuleiðarin og forkvinnan í svenska javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, er sambært svenska miðlinum, ETC, sinnað at stuðla við svenskum hermonnum í Grønlandi. 

- Norðurlond og ES eiga sjálvandi at samráðast við Danmark, um hvønn stuðul tey vilja hava frá sínum vinum. 

Talan kann vera um ymiskt, so sum tættari samstarv við ES og fleiri privatar íløgur í Grønlandi. Talan kann eisini vera um størri hernaðarligan stuðul. 

Spurd, um tað kann koma uppá tal at senda svenskar hermenn til Grønland,sigur hon: 

- Sjálvandi, saman við øðrum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751