Lars Christiansen væntar sær nógv av Óla Mittún

bannari
Lars Christiansen væntar sær nógv av Óla Mittún
Legendariski danski vongurin Lars Christiansen nevnir Óla Mittún sum ein av ungu spælarunun, sum hann væntar sær mest av undir EM-endaspælinum í hondbólti
 
14.01.2026 - 11:36

Óli Mittún er ein av ungu spælarunum, sum legendariski danski vongurin Lars Christiansen væntar sær mest av undir EM-endaspælinum í Danmark, Norra og Svøríki.

 - Eg eri hugtikin av hasum ungu spælarunum úr Føroyum, so eg velji Óla Mittún, sigur Lars Christiansen við EHF, sum hevur biðið danan valt ein spælara til 'Rising star'-bólkin.

Fyrrverandi landsliðsvongurin, sum var við á danska liðnum, ið vann EM í 2008 og 2012, nevnir eisini svian Axel Månsson og Ian Barrufet úr Spania.

Fyrrverandi  strikuspælarin hjá Svøríki Magnus Wislander nevnir landsmannin Nikola Roganović, meðan fyrrverandi spanski vongurin Victor Tomàs nevnir Costa-brøðurnar hjá Portugal.

Hóast Danmark ikki hevur vunnið EM síðan 2012, peika allir tríggir serfrøðingarnir hjá EHF á danir sum stórfavorittar til at vinna sjálva kappingina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290