- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappróður svimjing og tennis kappast um ítróttafelagsskapin 2025

Hósvíkar Róðrarfelag, Svimjifelagið Hellufossur úr Kvívík og Havnar Tennisfelag eru í uppskoti til heiðurin sum ítróttafelagsskapin 2025, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum í Varpinum í Klaksvík 7. februar. Harumframt verður fagnaðurin vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Á Ítróttafagnaðinum verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini Felagsskapurin 2025., og í ár eru innstillaðu feløgini úr kappróðri, svimjing og tennis.
LES EISINI: Fimleikur, rógving og hondbóltur kappast um stjørnuskotið
Svimjifelagið Hellufossur í Kvívík
Hellufossur varð stovnað í 2023 av lokalum fólki uttan stórvegis svimjiførleikar, ið kortini vildu skapa eitt ítróttatilboð til børn og ung í Kvívík og grannabygdunum. Endamálið var, at øll børn skuldu læra at svimja, gerast vatnvon á egnum stigi - og at byggja ein sunnan, tryggan og sterkan sosialan felagsskap í nærumhvørvinum.
Í Hellufossi verður dentur lagdur á trygd, menning og eitt rúmligt umhvørvi, har børn kenna seg væl, og har frítíðin gerst bæði gevandi og stuttlig.
Limatalið er støðugt vaksandi við 74 íðkandi úr Kvívík, Vestmanna, Kollafirði og fleiri øðrum bygdum, og felagið hevur eitt umfatandi tilboð við venjingum, tiltøkum og kappingum.
Hósvíkar Róðrarfelag
Hósvíkar Róðrarfelag hevur ein savnandi leiklut í bygdini og í Sundalagnum. Felagið er sera virkið og ein týðandi felagsskapur.
Felagið er í støðugum vøkstri og telist millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við mongu sjálvbodnu kreftunum skipar HVR javnan fyri ymiskum tiltøkum - eitt nú árligu Regatta-siglingini, sum savnar allar Føroyar.
Hósvíkar Róðrarfelag er farið at menna eitt nútímans neyst, og nýggir karmar eru neyðugir, tí í 2025 vóru heilar sjey manningar. Úrslitini hava verið góð bæði til FM-róðurin - og til FM, NM, EM og HM í inniróðri. Dentur verður eisini lagdur á breiddina, og tað skapar tilgongd.
Tá manningarnar koma heim eftir kapping, bjóðar felagið øllum bygdarfólkinum til døgurða og kaffi í neystinum. Hetta samansjóðar, styrkir lokala samleikan og skapar trivnað í bygdini.
Havnar Tennisfelag
Havnar Tennisfelag er ein støðugt vaksandi felagsskapur, tí eldsálir hava fingið nýtt lív í tennis í Føroyum.
Somu fólk eru eisini í Tennissambandinum, har vit hava sæð góð úrslit í 2025, altjóða limaskap og miðvíst landsliðsarbeiði. Eldsálirnar ganga á odda í HT og venja bæði børnini og hvør annan.
Í summar hevði felagið ein polskan venjara. Dygdargóðar venjingar vóru alt summarið fyri børn og vaksin, og hetta var ein háttur at hækka stigið í Føroyum.
Havnar Tennisfelag hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betrað umstøðurnar kring vøllin, fáa nýggjar venjingarmøguleikar og skipa venjingar fyri børn. Í heyst var hópur av børnum eitt venjingarvikuskifti í Íslandi. Hetta økti motivatiónina og kveikti áhugan til at taka tennis í størri álvara.
Sosiali felagsskapurin er góður, og av tí, at felagið er lítið, er lætt at kenna seg vælkomnan.


























