Fimleikur, rógving og hondbóltur kappast um stjørnuskotið

Fimleikur, rógving og hondbóltur kappast um stjørnuskotið
Tey innstillaðu til heiðurin Ítróttastjørnuskotið 2025 eru úrmælingarnir á U21-hondbóltslandsliðnum, amboðsfimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin Pauli Joensen
U21-hondbóltslandsliðið, fimleikarin Marin Danielsen og rógvarin Pauli Joensen kappast um heiðurin sum ítróttastjørnuskotið
Mynd: ÍSF  
 
20.01.2026 - 13:12

Í uppskotið til heiðurin Ítróttastjørnuskotið 2025 eru úrmælingarnir á U21-hondbóltslandsliðnum, amboðsfimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin Pauli Joensen

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. Ítróttastjørnuskotið er ein av teimum átta heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum, sum verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar.

Harumframt verður fagnaðurin vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

U21-mannslandslið í hondbólti

Ungu U21-menninir bergtóku tjóðina, tá teir farna summar vunnu bronsu til U21-HM í Póllandi. Teir skrivaðu føroyska ítróttarsøgu við at gerast fyrsta føroyska ungdómsliðið at vinna heiðursmerki til eitt endaspæl.

Hóast teir komu við upp á eitt sokallað wildcard, endaðu teir við at verða tað liðið, sum gjørdi flest fólk bilsin. Í bólkaspælinum vunnu dreingirnir tveir dystir, og spældu javnleik ímóti Íslandi.

Í miðumfarinum stóð Frakland fyrst fyri skotum. Tann dystin vunnu Føroyar 28-27, og úrslitið tryggjaði eitt pláss í fjórðingsfinaluni. Hin dystin vann Danmark sannførandi, tá fleiri av føroysku leikarunum fingu hvíld.

Í fjórðingsfinaluni ímóti Slovenia vunnu Føroyar aftur og komu í hálvfinaluna móti Portugal. Allar Føroyar hildu ondini, tá liðini tvær ferðir fóru í longda leiktíð. Hóast tað ikki bleiv til eitt finalupláss, vóru øll errin av ungu monnunum, sum síðani vunnu bronsuna ímóti Svøríki. Teir reistu seg aftur, spældu sannførandi og staðfestu, at teir eru triðbestir í heiminum.

Enn eina ferð er staðfest, at Føroyar eiga hondbóltsleikarar, sum gera seg galdandi millum heimsins bestu. Liðið er mannað við leikarum úr nógvum ymsum feløgum. Nógvir eru eisini á A-landsliðnum – og teir hava víst, at alt ber til.

 

Amboðsfimleikarin Marin Danielsen

Marin Danielsen er 15 ár og telist millum fremstu fimleikararnar í danska ríkinum hóast sín unga aldur.

Seinasta árið hevur hon fingið hópatals úrslit, sum prógva, at hon eisini er á hædd við bestu Norðurlendsku íðkararnar.

Marin vann gull í DM fyri juniorar á barr og gólvi. Hon vann silvur í lopi, bronsu á bitanum og bronsu samanlagt. Harumframt gull í liðkappingini saman við danska liðnum KG 66. Á oyggjaleikum vunnu Marin og liðfelagarnir sannførandi. Sjálv vann Marin gull á gólvi bæði í bundnum serium og í finaluni. Til FM vann hon gull í øllum amboðum – lopi, barr, bita og gólvi – og gull samanlagt.

Hon umboðaði eisini Føroyar á Northern European Championships í Leicester og endaði nummar 29 samanlagt.

Marin hevur víst stórt ágrýtni og framúr góð evni. Hon venur upp til 26 tímar um vikuna – og bæði framgongd og úrslit eru eyðsýnd. Hon vísir altjóða potentiali og styrki, og hon hevur allar fortreytir fyri at røkka toppinum í altjóða fimleiki komandi árini.

 

Innirógvarin Pauli Joensen

2025 hevur verið eitt framúr menningarár hjá Paula Joensen.

Hann er lítillátin av lyndi, men ein verulig maskina, tá hann rør. Hann arbeiðir miðvíst, disiplinerað og við stórum áræði. Tað sæst aftur í úrslitunum. Hann er ein fjølbroyttur íðkari, ið stendur seg væl bæði á stuttu og longu teinunum.

Í fyrru árshálvu luttók Pauli bæði í Føroya-, Danmarks-, Norðurlanda- og Heimsmeistarakappingini. Úrslitini prógva støðuga framburðin, menningina og framtíðarpotentialið.

Í seinnu seinnu hálvu vann Pauli allar grand prix kappingarnar hjá RSF sannførandi, og hann tók lut í Bretska meistaraheitinum, eisini kalla BRIC – í bólkinum junior 2. Har vann hann tvær bronsu, tríggjar silvur og eina gull.

Hann hevur bøtt um tíðina – og sostatt sett persónligt met – til hvørja einastu kapping. Hetta er ein greið ábending um, at Pauli er á rættari leið, og at hann kann fara heilt til tops í altjóða inniróðri.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852