Føroyingar brúktu 22 milliónir í lummapeningi í Oslo

Føroyingar brúktu 22 milliónir í lummapeningi í Oslo
Tað vísir ein meting, um hugt verður at nýtsluni við føroyskum gjaldskortum teir dagarnar, EM-kappingin var í norska høvuðsstaðnum
Føroysku fjeppararnir, sum vóru í Oslo og stuðlaðu manslandsliðnum til EM-kappingina, brúktu umleið 5.000 krónur hvør dagarnar frá 15. januar til 23. januar
 
27.01.2026 - 17:00

22 milliónir krónur. 

Umleið so nógv kann roknast við, at føroysku áskoðararnir, sum fylgdu við manslandsliðnum í hondbólti í Oslo til EM-kappingina har, hava brúkt í lummapengum.

Í øllum førum, um vit hyggja at kortgjaldingum við føroyskum kortum.

Tá føroyska manslandsliðið í hondbólti var í Berlin, vóru eisini nógvir fjepparar við, og tá vísti metingin, at føroyingar í alt brúktu 13 milliónir krónur í lummapeningi. Tað vil siga, at upphæddin hesa ferð er 9-10 milliónir krónur størri.

Føroya Banki hevur aftur hesa ferð hugt at, hvussu nógv føroysk kort vórðu brúkt frá 15. januar til 23. januar. Tølini vísa, at gott og væl 1.900 viðskiftafólk hjá bankanum vóru í Noregi hesar dagarnar, og tey brúktu kortini umleið 40.000 ferðir. Og samlaða upphæddin var 9,3 milliónir krónur.

Tað gevur eina miðalnýtslu, sum liggur uppá slakar 5.000 krónur pr. viðskiftafólk. Í Berlin í 2024 var miðalnýtslan 3.600 krónur.

 


Gott og væl 1.900 viðskiftafólk hjá Føroya Banka vóru í Noregi hesar dagarnar, og tey brúktu kortini umleið 40.000 ferðir. Samlaða upphæddin var 9,3 milliónir krónur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

500 fólk fleiri í Noregi enn í Berlin

Tølini hjá Føroya Banka siga, at hesaferð vóru 500 av teirra viðskiftafólkum fleiri í Oslo enn tað vóru í Berlin, og øll viðskiftafólkini brúktu kortið tvífalt so ofta, sum tey sum gjørdu í Berlin. Ta ferðina vóru slakar 20.000 transaktiónir, hesaferð var talið 40.000 transaktiónir. Í Berlin var samlaða upphæddin hjá viðskiftafólkunum hjá Føroya Banka umleið 5 milliónir, hesaferð var upphæddin 9,3 milliónir krónur.

Sjálvt um vit ikki heilt neyvt vita, hvussu nógvir føroyskir áskoðararar vóru í Noregi, so var talið rættiliga fitt størri enn tað var í Berlin, og tað gevur munurin millum tølini hjá Føroya Banka í 2024 og 2026 eisini týðiliga ábending um.

 


Túsundtals føroyingar vóru til EM í Oslo. (Mynd: Erik Flaaris Johansen NTB/Ritzau Scanpix)

 

22 milliónir eru ein meting

Samlaða talið uppá 22 milliónir krónur er ein meting og tí ikki eitt neyvt tal. Metingin byggir á talið hjá Føroya Banka, og er faldað við einum lutfalstali, sum vit hava roknað okkum fram til. 

Lutfallið hjá Føroya Banka er funnið við at samanrokna innlánini, útlánini, fíggjarstøðurnar og eginognina í teimum fýra peningastovnunum, og so finna eitt miðaltal, sum upphæddin hjá Føroya Banka er faldað við. Og úrslitið av teirri útrokningini gevur stórt sæð sama lutfall, sum var brúkt í 2024.

Tað bar ikki Kringvarpinum til at fáa tøl frá hinum føroysku peningastovnunum.

 

(Dagført 28. januar 2026: Greinin er broytt og metingin - ella gitingin - um hvussu nógv er brúkt umborð á Norrønu, er tikin úr. Orsøkin er, at tey, sum ferðaðust við Norrønu, heilt vist eisini hava brúkt pening í landi í Oslo, og tí er tað í besta føri eitt git, hvussu nógv er brúkt umborð á Norrønu./ST)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189