Vár, Jana og fótbóltsmenninir kappast um at gerast Ítróttanavnið

Vár, Jana og fótbóltsmenninir kappast um at gerast Ítróttanavnið
Innirógvarin Vár Guriardóttir, manslandsliðið í fótbólti og hondbóltsleikarin Jana Mittún eru í uppskotið til heiðurin sum Ítróttanavnið 2025 í føroyskum ítrótti
 
03.02.2026 - 17:06

Innirógvarin Vár Guriardóttir, manslandsliðið í fótbólti og hondbóltsleikarin Jana Mittún eru í uppskotið til heiðurin sum Ítróttanavnið 2025, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið.

Tey trý omboðaðu tað besta í føroyskum úrvalsítrótti í farna ári, og hava við sínum avrikum og úrslitum sett Føroyar á heimskortið. 

 

Vár Guriardóttir Hansen, rógving

Vár G. Hansen hevur í ár gingið á odda í inniróðri síðstu árini - ikki minst í 2025.

Hon hevur róð í sjey altjóða, norðurlendskum og lokalum innandurakappingum og kappast í ellivu ymiskum róðrum. Úrslitini tala fyri seg: átta gull, ein silvur, eitt 4. pláss, og eitt 7. pláss.

Hon setti tvey heimsmet á rógvimaskinuni og vann tvey HM-heiti. Hon vann silvur í VERSA Challenge, ið er heimsins mest avbjóðandi inniróðurskapping, og fýra gull í bretsku meistarakappingini.

Harumframt er hon er næstforkvinna í Róðrarsambandinum og hevur verið við til at menna coastal rowing í Føroyum: útvegað útgerð, sett gongd á, og í mai var hon við, tá føroysku coastal-róðrarbátarnir vórðu flotaðir.

 

Manslandsliðið í fótbólti

2025 var besta árið hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti yvirhøvur. Avrikini vóru støðug og úrslitini góð, tá Føroyar vunnu fimm av seinastu sjey dystunum í HM-undankappingini.

Síðani 1990 hava Føroyar luttikið í HM- og EM-undankappingum. Avrik og úrtøka hava verið skiftandi, men í ár vunnu Føroyar 12 stig í sínum bólki – hægsta stigatal nakrantíð. Liðið hevur eisini sett onnur met. Bæði verjuspæl og álopsspæl vóru framúr, og fleiri evropeisk lond venda eyguni ímóti Føroyum fyri at fáa íblástur.

Ikki minst heimadystirnir ímóti Montenegro og Kekkia í oktober skaptu fótbóltseufori. Føroyar vunnu 4-0 á Montenegro og 2-1 á krútsterka landsliðnum hjá Kekkia. Hesi úrslitini komu í somu viku, og hetta var helst hægsti tindur hjá manslandsliðnum í altjóða høpi.

Avrikini og úrslitini hava í ár fingið umrøðu um allan heim, og fólk hava ilt við at skilja, hvussu hetta ber til. Stórir altjóða miðlar hava gjørt nógv burtur úr føroyska landsliðnum, og umrøðan var ikki bert um fótbólt, men eisini um Føroyar, føroyska samfelagið og føroyingar.

 

Jana Mittún, hondbóltur

Jana Mittún, 22 ára gomul og yrkisspælari í Viborg HK, hevur í 2025 staðfest sína støðu sum ein av fremstu føroysku hondbóltsleikarunum.

Við sínum avrikum á landsliðnum og í danska felagnum hevur hon gjørt vart við seg á altjóða stigi og verið ein berandi styrki í einum søguligum ári fyri føroyskan hondbólt.

Hon var við, tá Føroyar spældu seg til HM-endaspælið og endaðu sum nummar 17 av 32 londum. Jana Mittún skeyt 32 mál og legði upp til onnur 29, og hon skeyt avgerandi mál í sigrinum á Spania og í javnleikinum ímóti Serbia.

Eisini var hon við til at tryggja Føroyum ein sigur móti Íslandi í undankappingini til EURO 2026.

Í Viborg HK hevur Jana longt sáttmálan fyri kortum og hetta kappingarárið hevur hon verið ein týðandi partur av liðnum - bæði í donsku kappingini og í European League.

Fagnaðurin verður klokkan 20 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870