Suðuroyartunnilin: Uppskotið kemur úr fíggjarnevndini 18. februar

Suðuroyartunnilin: Uppskotið kemur úr fíggjarnevndini 18. februar
Løgmaður og partafelagið Suðuroyartunnilin eru boðsend á fund í nevndini í morgin
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini. Hon sigur, at málið er at fáa uppskotið um Suðuroyartunnilin úr nevndini í seinasta lagi 18. apríl, tá freistin fer.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.02.2026 - 09:03

Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil skal úr aftur fíggjarnevndini um tvær vikur, 18. februar.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, sum hevur boðsent løgmanni á fund í nevndini í morgin. 

Tað vakti ans, tá fíggjarnevndini í farnu viku sendi heilar 59 spurningar til løgmann at svara.

Spurningarnir koma aftrat frammanundan rúgvismikla tilfarinum til lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.

Spurningarnir fevna breitt - flestu um teknisk viðurskifti av alskyns slag, aðrir um inntriv á náttúru og djóralív.

 


Løgmaður hevur fingið 59 spurningar frá fíggjarnevndini um Suðuroyartunnilin .

 

Savnaðir saman í eitt skjal

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur við Kringvarpið, at spurningarnir koma frá einstøku fíggjarnevndarlimunum, og eru síðani savnaðir saman í eitt skjal til Løgmansskrivstovuna.

Freistin at svara var longd til í gjár, upplýsir hon. 

Í morgin skal løgmaður møta í fíggjarnevndini, saman við partafelagnum Suðuroyartunnilin.

- Tá verða svarini umrødd, og høvi verður at spyrja uppaftur, um okkurt er ógreitt, sigur hon.

 

Tveir fundir aftrat

Tveir fundir afturat eru ásettir í fíggjarnevndini - 9. og 12. februar - áðrenn álitið skal skrivast, og lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin skal úr aftur fíggjarnevndini 18. februar.

- Greiða málið er, at freistin skal halda, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

Hon vil tó einki siga um, hvørt semja er í nevndini, ella hvussu nógv álit koma úr aftur fíggjarnevndini, tá avtornar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744